Møguleiki fyri størri koncertum í Føroyum

Høllin á Hálsi fær væntandi nýggja góðkenning

Sum nevnt í Sosialinum seinasta leygardag, er væntandi at Høllin á Hálsi framyvir verður góðkend til uml. 2.000 fólk, ístaðin fyri tey 1.600, sum talan er um í dag. Hetta kemur eisini at betra um fortreytirnar fyri at skipa fyri konsertum í Føroyum, tí tað sigur seg sjálvt, at jú fleiri atgongumerki verða seld, jú meira kemur inn í peningi. Hetta merkir so aftur, at fyriskipararnir helst fáa ráð til at bjóða størri ?nøvnum? til Føroya at spæla.


Fyrsta tiltakið, har vit hava møguleika at vera 2.000 fólk inni í høllini verður fríggjadagin 5. november, tá danski bólkurin Shu-Bi-Dua verður at hoyra.