Møguliga ein sparikassi afturat í Vági

Leysatíðindi ganga um, at Føroya Sparikassi møguliga fer at lata deild upp í Vági. Forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, vil hvørki avsanna ella vátta tíðindini, men sigur, at hann onga forðing sær fyri hesum

Í Suðuroynni hava tíðindi seinastu tíðina gingið um, at Føroya Sparikassi ætlar sær at seta á stovn eina deild í Vági. Hesi tíðindi vil forstjórin í Sparikassanum hvørki avsanna ella vátta, men Sosialurin frættir, at tingingar hava verið millum E. D. Joensen Radiohandil um, at sparikassin skuldi keypa bygningin hjá Radiohandlinum og lata upp avgreiðslu í honum. Eyðun Dahl Joensen, eigari av radiohandilinum, sigur tó við blaðið, at hesar tingingar eru sleptar. Tá stjóraskiftið í Føroya Sparikassa fór fram, hendi nevniliga tað, at áhugin fyri at keypa bygningin knappliga fall, og síðani er einki hent í málinum.


Vísir ikki møguleikanum aftur

Forstjórin í Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, vísir ikki møguleikanum fyri at lata deild upp í Vági aftur. Hann heldur, at sparikassin eins væl kann lata deild upp har, sum nakra aðrastaðni, um grundarlag er fyri hesum.

­ Tað er klárt, at vit viðgera allar møguleikar fyri at 0víðka um virksemi okkara, men eg vil ikki vátta tíðindini um, at vit ætla okkum at lata eina deild upp í Vági.

­Um tit fara at opna eina deild av Føroya Sparikassa í Vági, er hetta so tí at Suðuroyar Sparikassi lat upp við síðuna av tykkum í Havn?

­Fyrr var eitt landafrøðiligt býti millum sparikassarnar, men tá Suðuroyar Sparikassi lat upp deild yvirav deildini hjá okkum í miðbýnum í Havn, breyt hann hetta landafrøðiliga býtið, sigur Marner Jacobsen, ið heldur, at orsaka av hesum ger Føroya Sparikassi ikki nakað skeivt, um hann letur upp deild í Vági.

Forstjórin í Føroya Sparikassa ger tó greitt, at um Føroya Sparikassi letur upp í Vági, er talan ikki um nakra hevndaratsókn, men um ein møguleika fyri at víðka um virksemi hjá stovninum.

­Høvdu tit latið upp deild í Vági, um Suðuroyar Sparikassi ikki hevði latið upp í Havn?

­Nei, eg vil enn einferð vísa á, at tað allatíðina hevur verið eitt landafrøðiligt býti millum sparikassarnar. Tá Føroya Sparikassi lat upp á Tvøroyri, bleiv Suðuroyar Sparikassi spurdur, um hann ætlaði sær at lata deild upp har. Tað ætlaði hann sær ikki, og heldur ikki høvdu teir nakað ímóti, at Føroya Sparikassi í staðin lat deild upp.

Marner Jacobsen vísir á, at tað sum er farið fram millum Føroya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa, altíð er farið fram í sátt og semju. Men tá Suðuroyar Sparikassi lat upp í Havn, bleiv Føroya Sparikassi ikki spurdur. Hann sigur tó, at einki er í vegin við sambandinum millum báðar sparikassarnar.

At enda sigur Marner Jacobsen, at av tí at Suðuroyar Sparikassi ikki spurdi Føroya Sparikassa eftir, tá hann lat upp deild í Havn, heldur hann ikki, at Føroya Sparikassi ger nakað skeivt, um hann letur upp deild í Vági. Men hann leggur dent á, at hann hvørki vil vátta ella avsanna tíðindini um hetta.