Miléne Isambert, sum er skipari í bátinum, er næstelst av 6 systkjum. Hon er nýliga útbúgvin sum lækni í Frankfurt.
Familjuni dámar væl at sigla, og tey eru so at siga uppvaksin í báti. Miléne hevur siglt so nógv saman við pápanum, at hon nú dugir sjálv at sigla við seglbáti.
Møðgurnar vóru eftir bátinum í Norra, síðan sigldu tær Íslands. Týsdagin í hesi vikuni komu tær inn á Vestmanna og mikudagin løgdu tær at í Vágsbotni.
Tær eru væl nøgdar við tænastuna tær fáa Bátafelagnum við at brúka teirra fasilitetir sum t.d. brúsu og vaskimaskinu.
Tá tær fara avstað aftur, verður dóttirin einsamøll við bátinum. Mamman fer heim aftur við flogfari. Tær eru sera hugtiknar av stórslignu náttúruni í Føroyum.
So tað er ikki bert okkara Durita Holm sum klára at sigla um høvini í seglbáti.
Myndatekstur:
Catherine Isambert og dóttirin Miléne við seglbátinum í Vestmanna seinasta týsdag
Mynd: Sámal Bláhamar