Mæla til nýval

Formenninir í Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, Jørgen Niclasen og Kári á Rógvu, mæla nú til, at nýval verður útskrivað.

Teir báðir hava lagt eitt uppskot fyri Tingið um, at val verður skrivað út eftir stýrisskipanarlógini § 6, stk. 2.

Í viðmerkingunum siga teir báðir millum annað:

»Ruðuleikin í politisku skipanini má fáa ein enda. Støðan er ørkymlandi fyri allar partar, tí tilvildin ræður. Landsstýrið hevur ikki eingongd egnu tingmenn sínar aftan fyri seg, uppskot verða samtykt fullkomiliga uttanum sitandi stjórn, sum tykist onga stevnu hava, aðra enn at verða sitandi sum longst. Valstríð er komið í politikkin, viðgerðin síðani ólavsøku kundi tað sama verið skipað sum veljarafundir. Løgmaður segði á ólavsøku, at “verður tíðin brúkt til partapolitiskan og persónligan løtuvinning, so taki eg avleiðingarnar og skrivi út val.”

Hetta er júst støðan, tí er neyðugt at áseta løgtingsval at vera í september«.

Teir halda, at september er besta tíðin til nýval, tí tá fær eitt nýtt løtging stundir at viðgera nýggja fíggjarlóg. Tó er neyðugt, meta teir báðir, at fiskidagarnir verða ásettir, áðrenn eitt nýval verður útskrivað.

»Samanumtikið tala øll saklig atlit fyri, at Løgtingið samtykkir at útskriva val at vera seinnu helvt av september«, siga teir báðir í viðmerkingunum til uppskotið.

Flokkarnir báðir hava tó ikki tryggja sær meiriluta fyri uppskotinum framman undan.