Málfossur við Margáir

Kvinnurnar hjá KÍ hava framvegis fult stigatal, aftaná enn ein knúsandi sigur.

 

KÍ-kvinnurnar vunnu í dag 9-2 á EB/Streymi. Støðan í hálvleikinum var 2-1 til KÍ. Eitt skiftið stóð á jøvnum 1-1. Rannvá Andreassen og Eina S. Kalsø skutu tvey mál í part. Hini málini hjá KÍ skutu Una Joensen, Sigrid Jacobsen, Ása K. Thomsen, Sofía Purkhús og Malena Josephsen.

 

Ann Tóra Láadal skeyt bæði málini hjá EB/Streymi.

 

Lisa í Liða gjørdist tann stóra hetjan hjá AB, tá hon ímóti dystarenda tryggja argjakvinnum øll trý stigini í tí torføra útidystinum ímóti Skála.

 

Kvinnurnar hjá Víkingi vunnu 2-1 á MB, aftaná at hava verið aftanfyri 0-1 í steðginum.

 

Skála-AB 0-1 (0-0)

 

0-1 Lisa í Liða (90.)

 

Víkingur-MB 2-1 (0-1)

 

0-1 Jórunn Gudmundssen (3.)

1-1 Jeanett Holm (64.)

2-1 Hanna I. Højgaard (74.)

 

EB/Streymur-KÍ 2-9 (1-2)

 

0-1 Rannvá Andreassen (3.)

1-1 Ann Tóra Láadal (13.)

1-2 Sofía Purkhús (38.)

1-3 Malena Josephsen (46.)

1-4 Ása K. Thomsen (60.)

1-5 Rannvá Andreassen (61.)

2-5 Ann Tóra Láadal (65.)

2-6 Eina S. Kalsø (70.)

2-7 Eina S. Kalsø (75.)

2-8 Sigrid Jacobsen (88.)

2-9 Una Joensen (90.)

 

Støðan

 

1 KÍ 4 12 stig

2 AB 4 9 stig

3 Skála 3 6 stig

4 Víkingur 4 6 stig

5 EB/Streymur 4 1 stig

6 MB 5 1 stig