Jákup Mørkøre hevur verið varin vð at úttala seg, eftir at tað kom fram í Útvarpinum, at Landssjúkrahúsið í áravís hevur latið vandamiklan løg av Røntgendeildini út á sjógv.
Men sjúkrahúsleiðarin sigur í dag við Sosialin, at málið er blást upp og at á henda hátt loypir ein ræðslu á fólk.
- Talan er ikki um, at vit hava latið tungmetall út, eftir tí, ið eg havi fingið at vita frá leverandørunum. Útgangstilfarið, ið hevur verið latið út, er ikki vandamikið í sjálvum sær, tá tað verður tynt nóg mikið. Í filmi er silvur, so tað eru eingi av hasum skaðiligu evnunum, sum t.d. kyksilvur, blýggj krom og kadmium, sum fólk vanliga seta í samband við nakað negativt, sigur Jákup Mørkøre, og minnir á tynningina, ið fer fram.
Misskiljingar
Jákup Mørkøre heldur, at alt málið byggir á misskiljingar. Hann mælir til, at ein stingur ein fingur í jørðina og kannar málið, áðrenn farið verður í fjølmiðlar at skapa eina gølu.
- Landssjúkrahúsið var bygt í 1924 og síðani tá hevur Røntgendeild verið. Men so má ikki gloymast, at Landsjúkrahúsið í 1968 gjørdi eitt óvanliga stórt og gott reinsiannlegg, sum ikki finst aðrastaðir. Hetta er ein rottangi uppá 350 milliónir litrar og síðani eitt biologiskt filtur, har 1 1/2 metrar av skervi er og diameturin er um 16 - 18 metrar, sigur Jákup Mørkøre.
- Tað snýr seg um at umleið 35 litrar av tyntari vesku renna í henda tanga. Kanksa reagerar hetta við alt hitt, ið rennur í tangan, men hetta fellur helst á botn. Skuldi tað ikki hent, so fer jú ein fortynning fram, sum er einar 10 milliónir ferðir (1:10 milliónir), tí tú hevur 35 litrar í mun til 350 milliónir litrar stóra tangan. Nú er tynningin so stór, at allur vandi kanska er burtur, men síðani fer hetta yvir í eitt biologiskt reinsianlegg, eitt livandi filtur, og út á sjógv, sigur Jákup Mørkøre.
- Út frá tí, ið liggur frammi, so vil eg avvísa, at vit hava framt umhvørvisdálking, vegna tað, at framkallari og fixeringsveska er leidd út í okkara kloakskipan, sigur Jákup Mørkøre og vísir á, at Landsjúkrahúsið gjørdi sína reinsiskipan longu 20 ár áðrenn umhvørvislógin kom í 1988.
Hann heldur vera vert at hava í huga, at alt skal ígjøgnum eitt biologiskt, -eitt livandi - filtur, ið ikki hevur tikið skaða av hesum.
Tvær síður av málinum
- Tynningin er so risastór, at allur vandi átti at verið burtur, sigur Jákup Mørkøre, sum leggur dent á, at tað er av stórum týdningi ikki at blanda saman umhvørvisárin og arbeiðsumhvørvi.
Jákup Mørkøre metir, at tvær síður eru av málinum. Tað er spurningurin, um Landssjúkrahúsið hevur fylgt lógini og so spurningurin um skaða á umhvørvið.
- Mín niðurstøða er, at um so er, at vit ikki hava fylgt lógini, so kann eg ikki liva við hesum. Har havi fingið eg eina ávísa freist og so er tað uppá pláss. Viðvíkjandi tí, at vit hava gjørt óbótaligan skaða á umhvørvið og náttúruna, so vil eg avvísa hesum útfrá, at ein meting av tí sum verður nýtt og tí sum rennur út vísir, at hetta mál er blást upp, tí talan kann ikki vera um nakra ávirkan ella dálking, sigur Jákup Mørkøre.
Fólk hava spurt, um tað er ráðiligt at eta grind, ið er hildin til í Sandagerði ella at fara á seiðaberg í Havn. Jákup Mørkøre sær ongan vanda.
Hann metir, at í hesum málinum er einki, ið kann gerast ein trupulleiki fyri fisk ella hval, og minnir á ta risastóru tynning, ið fer fram í sera stóra reinsianlegginum og í havinum. Jákup Mørkøre heldur, at her ræður um at halda seg til veruleikan og at lata vera við at loypa hvøkk á fólk.
Rætt at savna saman
Hann leggur dent á, at hetta mál snýr seg um frárensl frá Røntgendeildini. Hann heldur vera rætt at savna saman kemiskt rusk og beina tað burtur.
- Alt, sum fer av okkara laboratorium, verður savnað saman og koyrt niðan á Sandvíkarhjalla, sigur Jákup Mørkøre.
Júst hví støðan ikki hevur verið tann sama viðvíkjandi hesum umrødda málinum, veit hann ikki, men hann sigur seg ikki kunna liva við hesum og at hann syrgir fyri, at hetta kemur í rættlag. Hann sigur í skrivi til Tórshavnar Kommunu, at eingin illvilji er ímóti at savna júst umrødda vatn í tunnur og koyra tað á Brennistøðina á Sandvíkarhjalla og at hetta verður sett í verk beinanvegin. Fyrireikingar eru farnar í gongd og væntandi kemur hetta á pláss í januar.
Hann vísir á, at Landsjúkrahúsið av sínum eintingum vendi sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í august 1992 og spurdi seg fyri viðvíkjandi burturbeining av slíkum burturkasti. Svarið frá Starvsstovuni 9. september sama ár var, at framkallari og fixeringsveska skal beinast burtur eftir donsku reglunumn í kunngerð um olju- og kemikalieburturkast. Í skrivi til Tórshavnar Kommunu fyrradagin sigur Jákup Mørkøre, at hann kann bara gita , hví einki síðani hendi, men tað kundi verið, tí Landssjúkrahúsið um hetta mundi var í stórum fíggjarligum trupulleikum og yvir 100 fólk vórðu søgd úr starvi vegna ov lítla játtan. Hetta er sjálvandi eingin umbering, men kanska ein grund.
- Vit fara sjálvsagt at laga okkum eftir rákinum, ið er innan umhvørvisvernd, t.d. við at savna saman løg og rusk so nær kelduni, sum gjørligt, sigur Jákup Mørkøre og leggur afturat, at sjálvsagt fer Landssjúkrahúsið at fylgja kunngerðini um burturkast.