Enn einaferð varð sakin hjá Sigmundi Andreassen úr Vági og sakin hjá spaniólanum Imanuel útsett í rættinum á oynni Reunion. Sjálvur fekk Sigmundur einki at vita fyrr enn kvøldið fyri, 27. juli, meðan spaniólin ikki fekk nakað at vita fyrr enn um morgunin 28. juli.
? Tað er ótrúligt, at teir skulu halda á við at útseta og útseta. Eg skilji ikki, at tað ber til at halda á við hesum, sigur Sigmundur Andreassen.
Advokaturin hjá Sigmundi, sum hevur arbeitt sum advokatur í meir enn 20 ár, sigur seg aldri hava uppliva nakað líknandi. Hetta gongur gongur móti øllum vanligum reglum.
Einki er kannað
Grundgevingin fyri, at málið hjá Sigmundi er útsett enn einaferð, er eisini løgin. Teir siga, at teir eru ikki lidnir at kanna málið. Í málinum hjá Sigmundi hava teir nú skjótt havt fimm mánaðir at kanna málið, men eftir tí, Sigmundur sigur, hava teir næstan ikki kannað nakað sum helst.
Sama er eisini galdandi við málinum um spaniólan, Imanuel, sum fyrradagin hevði verið seks mánaðir á oynni Reunion. Hann stendur í júst somu støðu, sum Sigmundur.
Tað eigur annars ikki at bera til, at halda passunum aftur í meir enn hálvt ár, uttan at sakin kemur fyri. Men sum Sigmundur sigur, so ber næstan alt til á hesi oynni.
Vit dømi fyri aðrar
Sigmundur roknar við, at tað í grundini bara er ein grund fyri at teir verða afturhildnir, og tað er at teir skulu gerast eitt dømi fyri allar aðrar, sum fiska á hesum leiðum.
? Tað er alt so korupt her. Dómarin hevur sett sær fyri áðrenn, at vit skulu verða eitt dømi.
? Roynt verður at draga tíðina út, fyri at fáa okkum at gera nakað býtt, og kanska skriva undir pappírir at vit hava gjørt nakað skeivt. Ella at vit skulu ríma uttan pappír, og á tann hátt kunnu verða afturhildnir í tvey ár.
Í bløðum og sjónvarpi
Hóast tað sær trupult út, og sakin blívur við at draga út, sær Sigmundur tó ein møguleika fyri framman. Bæði dómarin og ákærin, sum eru úr Frankaríki, fara í feriu nú, og teirra næstu menn skulu tískil taka sakina og avgerðirnar. Sigmundur heldur nevnliga, at hesir fara í feriu nú, so teir sleppa undan at taka avgerðirnar. Men at sakin ikki verður útsett enn einaferð, er Sigmundur tó als ikki vísur í.
Ákærin og dómarin kenna kanska eisini eitt ávíst trýst á sær. Hetta eftir at Sigmundur og Imanuel hava verið í bløðunum og greitt frá teirra støðu. Eisini hevur Imanuel verið í eini tíðindasending í sjónvarpinum í Reunion, har hann greiddi frá støðu teirra. Sigmundur var ikki við, tí alt skuldi vera á sponskum. Í sjónvarpinum var eisini ein frá advokatur frá Human Rights (mannarættindum). Hesin vísti eisini á, at hesi málini gingu ikki fyri seg, sum slík mál annars eiga at gera.
Sigmundur sigur tó, at teir ikki hava merkt til so nógvan stuðul frá Human Rights. Í fyrstuni vildu teir ikki blanda seg nakað inn í sakirnar, men nú tað hevur drigið út, eru teir so spakuliga komnir inn í myndina aftur.
At teir hava verið í bløðunum og sjónvarpinum hevur gjørt nakað av ávirkan, men kortini ikki so stóra heldur Sigmundur. Teir royna tí at sleppa aftur í sjónvarpið, og eisini at fáa meir við enn teir fingu í tí síðsta innslagnum, sum bara var heilt stutt.
Ákærin vil ikki lurtað
Sigmundur og Imanuel hava eisini roynt aðrar vegir. Fleiri ferðir hava teir roynt at tosa við tann hægsta fyri ákæran, og so seint sum í gjáramorgunin royndu teir aftur. Men hesin vil als ikki lurtað eftir, hvat teir hava at siga. Einastu boð teir fáa, er bara at teir heldur skuldu hildi seg til lógirnar á oynni og hildið tær.
Sigmundur hevur merkt lítið til ávirkanir sum eru gjørdar uttanifrá. Hvørki av Danska Uttanríkisráðnum, altjóða felagsskapum ella av einstøkum persónum.
Sigmundur má nú aftur brynja seg við toli, annaðhvørt tað verðður 11. august, málið kemur fyri, ella teir fáa framskundað tað, ella kanska tað verður útsett enn einaferð.