Mýlingur komin upp á turt

Fyrrapartin hósdagin kom Mýlingur upp á turt, og nú verður farið undir at meta um skaðan, ið skipið fekk mánamorgunin, tá ið grønlendski trolarin Salleq rendi á tað.

Stutt fyri døgurða hósdagin kom trolarin Mýlingur loksins upp á turt. Tá ið skipið skuldi takast upp mánadagin, slitnaði veirurin á bedingsvogninum, og skipið fór aftur á sjógv. Bedingsvognurin endaði eisini á sjónum, og tí hevur verið neyðugt at fáa hann í lagi aftur, áðrenn Mýlingur kundi takast upp.

Skoða nú skaðan
Fólk frá Tórshavnar Skipasmiðju hava síðani óhappið við bedingsvogninum mánadagin arbeitt við at fáa skift veirin á vogninum út, og tá ið hetta var gjørt, var vognurin royndarkoyrdur, áðrenn Mýlingur bleiv tikin upp.
Gunnar Mohr, skipasmiðjustjóri, sigur, at tað gekk væl at fáa Mýling upp á turt hósdagin, og nú verður farið undir at meta um skaðan.
- Nú fara fólk frá klassanum, tryggingini og reiðarið hjá Mýlingi, (P/F Kimbil blðm.) at kanna skaðan nærri, og vit skulu helst eisini gera ein meting av, hvat tað kemur at kosta at gera skaðan aftur, sigur Gunnar Mohr.
Tá ið hetta er gjørt, verður støða tikin til, hvat ið skal henda við skipinum. Tað hevur verið frammi, at Mýlingur, ið hevði ligið við bryggju í drúgva tíð, var við at blíva seldur spaniólum, og hesir møguligu keypararnir skuldu koma til Føroya síðst í hesi vikuni at hyggja nærri at skipinum.
Sum skilst er tað ógvuliga ivasamt, um sølan verður av nøkrum nú, og tað er eisini ivasamt, um tað kann loysa seg at umvæla skipið.

Stórt hol á skrokkinum
Tá ið Mýlingur kom upp á turt hósdagin, sást, at skipið hevur fingið eitt stórt hol á skrokkin niðan fyri vatnlinjuna stýriborðsmegin, har kúlan á grønlendska trolaranum, Salleq, hevur rakt við Mýling.
Somuleiðis er lúnningin á Mýlingi stýriborðsmegin kroyst nakað inn, har gronin á Salleq hevur borið við.
Mýlingur er bygdur á tí fyri føroyingar so kendu Sterkodder skipasmiðjuni í Kristianssund í Noregi í 1972. Skipið er 459 bruttoregistartons, og hevur eina maskinorku upp á 1200 hestar.