Tað var ein linligur fyrri hálvleikur, har tað sást týðiliga hvussu nógv stóð uppá spæl hjá báðum liðnum. Í seinna hálvleiki vaknaði dysturin. Manchester City royndi at trýsta, men Liverpool megnaði at halda tætt í verjuni. Í eini roynd at vinna dystin skifti City Craig Bellamy inn, og Liverpool skifti Fernando Torres inn. Men heldur ikki teir kláraðu at fáa hol á.
Burnley var á vitjan hjá Aston Villa. Gestirnir løgdu seg á odda, men við málum frá Ashley Young, Emil Heskey, Gabriel Agbonlahor og tveimum málum frá Sewart Downing, vendi Aston Villa dystin til ein 5-2 sigur tá avtornaði.
Tottenham vann 3-0 á útivølli móti Wigan. Jermain Defoe skoraði tað fyrsta, meðan Roman Pavlyuchenko skoraði hini bæði málini.
Tottenham liggur nú á fjórða plássinum við líka nógvum stigum sum Manchester City. Liverpool og Aston Villa eru eitt stig aftanfyri. City og Villa hava spælt ein dyst færri enn Tottenham og Liverpool.
Úrslitini í Premier League í dag:
Aston Villa - Burnley 5-2
Blackburn - Bolton 3-0
Fulham - Birmingham 2-1
Manchester City - Liverpool 0-0
Wigan - Tottenham 0-3