Aftur í kvøld hava fleiri dystir verið spældir í Champions League bólkaspælinum.
Sæð við føroyskum brillum, hevði dysturin í Parkini í Keypmannahavn í kvøld størstan áhuga, har FC Keypmannahavn tók ímóti ensku meistarunum úr Leicester.
Somu lið hittust eisini fyri tveimum vikum síðani, tá Leicester vann tepran 1-0 sigur í Onglandi.
Dysturin í kvøld var javnur og intensur. Í fyrra hálvleiki hevði Leicester munin leikliga, men í seinna hálvleiki beit FC Keypmannahavn av álvara frá sær. Í yvirtíðini var FC Keypmannahavn eisini um reppið at skora einasta málið í dystinum, tá fyrst Andreas Cornelius og síðani Federico Santander brendu stórar møguleikar fyri FC Keypmannahavn. Dysturin endaði tí við málleysum 0-0 javnleiki.
Real Madrid spældi í kvøld á útivølli móti Legia Warszawa, har Real Madrid undan dystinum var stórur favorittur. Teir fingu eisini eina flúgvandi byrjan, tí aftaná 35 minuttir av dystinum, var støðan 2-0 til Real Madrid. Men so vaknaðu póllendingarnir. Teir minkaðu fyrst um munin til 1-2. Síðani javnaðu teir eisini til 2-2, og mín sann um teir ikki eisini løgdu seg á odda 3-2 seint í dystinum. Fimm minuttir fyri leiklok fekk Mateo Kovacic tó javna fyri Real Madrid, soleiðis at endaliga úrslitið gjørdist 3-3 javnleikur.
Av øðrum dystum vunnu Monaco og Sevilla sannførandi sigrar á heimavølli.
Úrslitini í kvøld:
Bólkur E:
Monaco – CSKA Moskva 3-0
Tottenham – Leverkusen 0-1
Bólkur F:
Dortmund – Sporting Lissabon 1-0
Legia Warszawa – Real Madrid 3-3
Bólkur G:
FC Keypmannahavn – Leicester 0-0
FC Porto – Club Brugge 1-0
Bólkur H:
Juventus – Lyon 1-1
Sevilla – Dinamo Zagreb 4-0