Alt kann henda, bert bólturin er rundur og 11 menn eru á hvørjum liðið, hevur ofta verið tikið til, men at málmaðurin fær mál frá egnari hálvu, hoyrir til tað meira sjáldsama. Hetta hendi tó í 3-1 sigrinum hjá Tottenham móti Watford.
Stutt inni í annan hálvleiki varnaðist Tottenham málmaðurin Paul Robinson, at Ben Foster í Watford málinum var farin dekan ov langt út á vøllin. Robinson, ið júst tá skuldi taka eitt fríspark, tók møguleikan og buldraði til bóltin, ið fleyg uppi yvir høvdinum á neyðars Foster og beint í málið.
Dysturin endaði 3-1 til Tottenham.