Málningaframsýning í Gallarí Ribarhús

Í dag kl. 19.00 letur Sólvá Olsen, Esbjerg, upp málningaframsýning í Gallarí Ribarhús í Fuglafirði

Sólvá er uppvaksin úti í Mattalá í Havn. Elsta dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson. Hon flutti blaðung til Danmarkar og hevur búleikast har síðani.

Sólvá hevur altíð verið sera kreativ og hevur fingist við ymist handaligt arbeiði, m.a. seyming. Seinastu árini hevur hon tó fingist mest við at mála. Sjálv sigur hon soleiðis:

"Eg máli, tí eg kann ikki lata vera. Eg havi roynt ymist, m.a. havi eg seyma nógvar myndir og havi eisini givið frálæru í myndaseyming og aðrari kreativari seyming. Tá ið eg máli, hugsi eg altíð um Føroyar og myndirnar avspeglað eisini hetta. Eg máli fyri mesta partin hugskygt. Frá 1992 til 1997 fekk eg frálæru hjá hollendska "multikunstnaranum" Baukje Zijlstra."

Sólvá hevur luttikið á fleiri framsýningum í Danmark, og í løtuni eru nakrar av myndum hennara við á eini framsýning í Musikhuset í Esbjerg. Tá framsýningin letur upp í dag kl. 19.00 verður Sólvá sjálv hjástødd, og hon gleðir seg at síggja familju, vinir, kenningar og onnur í Ribarhúsi. Høgni og Bárður á Lakjuni framføra nøkur løg. Boðið verður kaffi og smákøkur.


Framsýningin verður opin:
Mánadag - Fríggjadag frá kl. 15.00 - 17.30 og leygardagar frá kl. 11.00 - kl. 13.00.

Framsýningin verður opin til seinast í september mánaði.