- Mín hestur, mín saðil og bók

Er tað nakað, sum teimum báðum Iris og Eyðrið í Kollafirði dáma so er tað alt sum hevur við hestar at gera.

- Vit vilja fegnar eiga ein hest. Men tað má altso bara bíða, siga tær. Ímeðan mugu báðir lesihestarnir bara lesa bøkur um teir!

Tað hoyrist ikki eitt ljóð her inni í gongini. Ein skuldi ikki trúð at her var talan um ein skúla við stórum tali av næmingum.
Tað fyrsta ein møtir er bókasavnið. Her eigur friður at valda, og her valdar eisini friður. Man nakar vera her?
Jú, mín sann. Væl krógvaðar aftanfyri ein tjúkkan vegg av bókum ganga tvær gentur og leita sær eftir onkrum bókum.
Talan er um tær báðar 11 ára gomlu genturnar, Iris Kirke og Eyðrið Egholm Hansen, sum báðar ganga í 5. flokki í Kollfjarðar skúla.
Felags fyri tær báðar er, at tær eru aktivar á mangan hátt, bæði í skúlanum og í frítíðini, har tær spæla nógv saman. Tær venja eisini flogbólt á sama liði.
Eitt annað, sum teimum báðum dáma væl er at lesa bøkur, bæði føroyskar og danskar.
- Jú, vit klára eisini væl at lesa tær donsku bøkurnar, sigur Iris, sum fylti 12 ár í gjár.
Júst hesa ferð leitaðu tær mest eftir bókum um hestar.
 
Hestabøkur
Týsmorgunin stóð annars lærugreinin danskt á tímatalvuni. Men lærari teirra var aðrastaðni, og tí var eingin undirvísing beint tá.
Hesar báðar lesihugaðu kollfjarðargenturnar ynsktu tó at brúka tíðina til okkurt skilagott virksemi ístaðin.
Hví ikki leita sær oman í vælútgjørda bókasavnið á skúlanum? Sum sagt, so gjørt. Teimum á baki ynsktu eisini hinir næmingarnir í flokkinum at gera tað sama.
Bæði Iris og Eyðrið hava stóran áhuga fyri hestum. Nú var so eitt høvi at læra meiri um hetta vakra og spennandi djórið.
Iris leitaði í einum horni, men í morgun bar ikki so væl til.
- Eg hevði ætlað mær at finna eina ávísa bók um hestar, men hon var ikki har. Eg royni bara at finna mær onkra aðra, sigur hon.
 
Eiga bøkur, men ongan hest
Eyðrið hinvegin var meiri heppin. Hon ynskti at fáa fatur á einari bók, sum hevði við fyl at gera. Hon hevði lisið hana áður, men hon var helst so mikið góð, at hon toldi at verða lisin einaferð enn.
- Annars lesi eg beint nú eina tjúkka bók um hestar. Har stendur alt sum neyðugt er at vita um hestar í hesi bókini. Hygg, eg skal fara eftir henni!, sigur Eyðrið.
Hon skundar sær niðan í flokshølið og kemur løtu seinni aftur við eini tjúkkari bók í fanginum. Hon blaðar beinanvegin upp á síðurnar, sum snúgva seg um tað evnið, hon mestan áhugan hevur fyir beint nú nevniliga dressur av hestum.
- Eg hevði so fegin viljað átt ein hest, sigur Eyðrið. Og Iris nikkar samtykkjandi.
 
Lesihestar
Støðan hjá teimum báðum vinkonunum er tann sama tær vilja báðar eiga ein hest, men eiga ongan!
Hinvegin so var Eyðrið heppin, tí eitt skifti hevði systir hennara hestar, ikki bara ein, men tveir.
- Eg slapp onkutíð at ríða, og tað var ordiliga skeg. Eg ætli mær at fáa ein hest, aftaná at eg eri konfirmerað, sigur hon.
Hon er onkutíð yviri á Oyrareingjum, har ein bóndi hevur eitt fjós við neytum og hestum. Har plagar hon at hjálpa til við røktini av hestunum, m.a. við striglingini og at reinsa básarnar.
Nú kemur ein av floksfelagunum Iris til hjálpar. Hon hevur funnið ta hestabókina, sum hon leitaði eftir.
Báðar setast tær so hugagóðar at lesa í hvør síni bók um hestar. Av sonnum tveir lesihestar!
 
Súkkling og flogbóltur
Tær báðar Iris og Eyðrið ganga sum longu nevnt í 5. flokki og eru tískil saman allan skúladagin. Í frítíðini eru tær eisini saman.
Tá finna tær uppá mang og hvat saman, bæði tá veðrið gevur møguleika til virksemi uttandura og tá tær spæla inni.
Tær plaga at súkkla og annað tílíkt, og møtast so eisini, tá venjing og dystir eru í flogbólti. Tær eru nevniliga á flogbóltsliði saman.
Hetta er ein ítróttur sum bert verður spældur um veturin. Tí eru eingir dystir í løtuni og heldur eingir flogbóltsdystir, nú stevnan stendur fyri framman.
Seinasta vetur gjørdust tær ikki FM-vinnarar, men sum tær báðar siga:
- Vit eru nokkso góðar allíkavæl!