Ja, júst sum Jóannes Patursson yrkti - sólin skein bæði myndaliga talað og veruliga hendan sunnudagin, 21. juli 2013. Og so slóknaði! Frøi og gleimur eftir væleydnaðar Oyggjaleikir, har tín lutur ikki lá eftir, Høgni, vórðu við eitt vend til ófatiliga vanlukku, sorg og trega.
Orð eru fátæk, verður tikið til. Og ja, í hesum døgum kennast orð so ómetaliga fátæk. - Og tó, í øllum tí syrgiliga og ófatiliga mugu vit halda áfram at seta orð á. Tosa um eitt einastandandi menniskja, sum so meiningsleyst varð rykt burtur í fagrasta aldri. Eitt menniskja, sum skjótt gjørdist snúningsásurin, har hann hevði sítt virki. Góði Høgni, - tú vart álitið so mangastaðni, heima hjá tíni elskaðu og fjálgu familju eins og úti í arbeiðs- og frítíðarlívinum. Sorgin og saknurin eru ovurhonds stór allastaðni, har tú hevur ferðast. Størst er tó sorgin hjá tykkum, allarbesta Bjørg, Sigurð, Brynhild og Rannvá. Eg finni ikki orðini, sum kunnu lýsa tann miss, tykkum hevur verið fyri. Eisini hevur hetta verið tær ein øgiligur smeitur, góða Elin, og tykkum systkjum Høgna. So óskiljandi, at sorgin enn einaferð, so náðileys, skuldi raka familju tykkara.
– Gævi eg ‘lívsins gátu grundað kundi’!!
Góði Høgni, tað kennist so løgið og óveruligt at skriva hetta. At skriva til tín og um teg í tátíð. Nær endar hesin ræðuligi dreymurin? Hetta kann ikki vera rætt – lívið kann ikki fara so við menniskjum!!! Tú átti so nógv afturat at geva lívinum, so nógv eftir at uppliva og njóta... Saknurin er svárur. Men tú livir víðari í okkara minnum og í tínum elskaðu børnum, sum hava fingið so ómetaliga nógv gott frá tær. Frameftir fert tú eisini at vera partur av teirri náttúru, ið tú metti so høgt og sum var so týðandi fyri teg.
Ei á foldum finnist tann, lívsins gátu grunda kann..... Vit noyðast helst at taka hesi orðini til okkara og vóna, at sólin, hóast gátan ongantíð verður loyst, aftur fer at skína.
Vit eru mong, sum vilja gera alt, vit eru ment, at stuðla- og vera hjá teimum, sum tú hevði so kær – ver vísur í tí Høgni.
Hvíl í friði, góði Høgni.
Anna Dalsgaard