64 ára gamla, Kirsten Norholt, hevur havt nógvar leiklutir, bæði í filmi og sjónvarpi, men seinnu árini er ikki hent so nógv í hennara lívi í so máta.
Tað viðgongur sjónleikarin í einari samrøðu, sum danska Ekstrablaðið hevur havt við hana. Í samrøðuni heldur hon, at hennara útsjónd, sum áður læt hurðar upp, nú nærmast er ein trupulleiki.
- Eg eri ikki fallkomin og liðug og slett ikki vónsvikin, beisk ella herskin. Men, fólk látast ikki at síggja meg - og eg føli meg krøktað av, sigur hon.
Kirsten Norholt sigur, at hon framvegis hevur nógva orku, stóra lívsgleði og hevur framvegis hug at spæla.
- Trupulleiki er, trúgvi eg, at eg ikki eri gomul, bleik og nóg litfarin. Fólk hava tað tíverri trupult at síggja meg í ommu-leiklutinum, sigur hon.
Heilt síðan hon sum 19 ára gomul varð tikin upp á Sjónleikaraskúlanum hjá Odense Teater, hevur hon fingið at vita, at hennara góða úsjónd var týdningarmikil, og hon ásannar, at útsjóndin eisini hevur verið við henni.
- Eg havi altíð verið ein parfumerað puturdós, og eg vil ikki broyta útsjónd fyri at gleða onnur, sigur Kirsten Norholt í samrøðuni.
Eingin skal kortini halda, at danska sjónleikarkvinnan hongur við nevinum, hóast hennara seinasti leiklutur á filmi var í "Krummerne - Alt på spil' í 2014 - og seinasti leiklutur á palli var í 2016, tá hon var við í 'Dirty Dancing' í Operaini.