Hvussu hevur tú frí á páskum í ár?
- Havi frí frá musikkskúlanum samstundis, sum fólkaskúlin hevur frí. Í Kringvarpinum havi eg onkra vakt. Har verður sent non stopp, og man tekur sín lut av ábyrgdini.
Ætlar tú at slappa av ella leika í?
- Tað verður ein kombinatión. Eitt sindur av avslapping skal vera, men har er eisini venjing á skránni við einum jazzbólki
Plagar tú at gera páskareint?
- Páskareint plaga vit at gera fyri høgtíðina. Tað skal bara gerast og ikki hugsast so nógv um. Kanska bilvask eisini verður høvi til
Hvørjar páskatraditiónir hava tit í familjuni?
- Vit eru ikki so siðbundin í okkara húsi. Tað er kanska eitt sindur keðiligt, at alt er stongt, men tað er umráðandi at minnast til at slappa av og kanska síggja onkran góðan film í sjónvarpinum
Hvat er tín yndis páskamatur?
- Faktiskt havi eg ikki nakran yndismat á páskum, men onkursvegna er tað bara automatiskt blivið til lamb
Hvat er títt besta páskaminni?
- Mítt besta páskaminni er helst, tá eg sum barn fekk eitt ordiliga stórt páskaregg við nógvari fyllu í. Annars helt eg altíð, tað var so keðiligt á páskum. Eg brúkti so bara tíðina uppá musikk