Mærsk McKinney Møller pensioneraður

Á stýrisfundi tann 18. november boðaði tann nú 90 ára gamli skipsreiðarin Mærsk Mc-Kinney Møller frá, at hann tann 15. desember fer frá sum formaður í stýrinum í A.P.Møller ? Mærsk A/S.

Hann fer ikki einans frá sum formaður men verður ikki við í stýrinum meira. Nýggjur stýrisformaður verður Michael Pram Rasmussen.

Fyrisitingarstjórin Jess Søderberg hevur framvegis dagligu leiðsluna meðan Mærsk Mc-Kinney Møller verður sameigari.

Mærsk Mc- Kinney Møller er tó ikki farin úr øllum nevndarsessum, hann er framvegis formaður í "A.P. Møller og Hustru Chastine MC-Kinney Møllers Fond til almene Formaal" og í Odense Staalskibsværft A/S. Eisini verður hann nevndarlimur í Mærsk Olie og Gas A/S.

Mærsk Mc-Kinney Møller er føddur 13. juli 1913 í Keypmannahavn. Sum sonur til Arnold Peter Møller bleiv hann sameigari í fyritøkuni í 1940. Tá pápin doyði í 1965, tók hann leiðsluna í A.P. Møller Gruppen.

A.P. Møller Gruppen, sum hevur høvuðssæti á Esplanaden í Keypmannahavn, hevur yvir 60.000 fólk í starvi og skrivstovur í yvir 100 londum. Skipaflotin er upp á umleið 250 skip, har ein stórur partur av yvirmonnunum eru føroyingar. Teir eiga m.a. flogfelagið Maersk Air og handilsketurnar Bilka, Føtex og Netto. Konsernin er mett til at hava eitt virði upp á umleið 150 milliardir krónur. Grunnurin, " A.P. Møller og hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal", hevur latið gávur til Tórshavnar Sjómansheim, Føroya Sjómansskúla og onnur áhugamál í Føroyum.