Danska A.P. Møller Mærsk hevur selt dóttirfelagið LNG, ið hevur skip, sum sigla við flótandi gassi. Søluprísurin er 7,6 milliardir krónur, men hóast talið er stórt, fær tað ikki stórvegis ávirkan á ársúrslitið hjá felagnum.
Sølusáttmálin ber í sær, at keypararnir, Teekay og Marubeni, yvirtaka øll tey seks skipini hjá LNG umframt part í tveimum øðrum skipum.
Sáttmálin kemur tó ikki í gildi, fyrr enn kappingarmyndugleikarnir hava góðkent handilin, men Mærsk sigur í tíðindaskrivi, at tað hendir væntandi í hesum ársfjórðinginum.