Mýs ella menn!

Randi í Jógvansstovu, Leirvík


Nú eigur tað at vera slutt við at ganga bæði í reim og selum. Og lata hennara há­tign, drotningina av Dan­mark, hava ovastu leiðsl­una av eini føroyskari fólka­kirkju. Við allari virðing, harra dómpróstur Bjarni Bæk, ein føroysk fólka­kirkja eigur sjálvsagt at vera føroysk, úr enda í ann­an. Fólkakirkjan flytur »heimanífrá«, tað kunnu vit so frøast um, ella meta tað vera óheppið, men hon hevur avgjørt at flyta, hon fer burtur frá »mammu«, og tá hon ger tað, tekur hon sítt vaskitoy við sær. Smá­ting og hjállutir eiga ikki at steðga hennara roynd at standa á egnum beinum. Margretha drotning av Dan­mark liggur sum niður­bundin seyður, latið hana fáa frið, hon hevur ikki trúarfrælsi. Eitt frælsi, ið annars er tryggjað øllum øðrum í »ríkinum«. Gevist við at geva »danskinum« skyldina fyri at føroyingar ikki sjálvir taka ábyrgd. Kann henda at føroyingar fáa nakrar buglur í pann­una »hen ad vejen«, men um teir ikki láta lív av hesum, so verða teir einans sterk­ari.
Fólkakirkjan skal liva sítt egna lív, hon skal ikki stýr­ast av skiftandi politiskum áskoðanum, hon hevur síni øki at røkja, politikarar eiga at taka sær av okkara verðs­liga tørvi.