Norski forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, fær nakrar strævnar dagar seinni í mánaðinum.
Í døgunum frá 15. til 19. mai skal hann hitta bretska forsætisráðharran, Tony Blair, amerikanska forsetan, George W. Bush, og franska forsætisráðharran, Jean-Pierre Raffarin. Umframt Bush skal hann eisini tosa við amerikanska varaforsetan, Dick Cheney.
Forsætismálaráðið í Oslo sigur, at Bondevik fer at tosa við teir fýra um sambandið millum USA og Evropa eftir kríggið í Irak, og endurbyggingararbeiðið í Irak er eisini eitt av málunum á dagsskránni. Royndirnar at fáa ferð á friðartilgongdina millum ísraelsmenn og palestinar verða eisini umrøddar á fundunum.