Yvir 300 fólk hava mótmælt við undirskrift, at kappróðarárið verður avlýst. Róðrarsamband Føroya sendi í gjár róðrarfeløgunum kring landið skriv, har tað verður boðað frá, at avgerð er tikin um, at tað verður eingin kappróður í summar. Avgerðin er tikin, eftir at nevndin í RSF hevur tosað við feløgini kring landið og í skrivinum frá RSF stendur millum annað:
– Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felagsútandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár.
Ósemja um avgerðina
Tað eru tó ikki øll, sum eru samd í hesi avgerðini. Niels Áki Mørk, sum sjálvur er rógvari, hevur á change.org byrjað eina innsavning av undirskriftum, sum eitt mótmælið til avgerða hjá RSF, sum hann heldur er tikin ov tíðliga. Í skrivi á síðuni sendur:
Kappróður er avlýstur... men fótbólturin byrjar!?
Fyri tað fyrsta skal fótbólturin byrja aftur 9. mai, har ímóti kappróður er ikki fyri enn 6. Juni, og vit hava sjey stevnur. Í fótbóltinum spæla teir eitt kappingarár uppá 27 dystir! Hetta ferð so at gera at hesir menninir, sum eru yvir 40 til hvønn dyst, skulu spæla dyst tvær ferðir um vikuna. Um ein leikari fær korona, so mugu allir í karantenu, ella fari eg skeivt har?
So verður har eitt kempi kaos. Um tað verður rætt skipað, skulu tað aldrin verða meir enn 11 mans/kvinnur í einum báti, og eingin hevur loyvið at fara inn í neystið, uttan so tað er eftir bátinum. Gevur tað virkuliga meining at avlýsa kappróður men at opna restina av samfelagnum?
Í mínari meining skal kappróðurin ikki avlýsast (enn). Um tað versnar so taka vit tað harfrá, men sum tølini síggja út nú, er tað gott um ein til tveir mánaðir tá stevnur eru, og ber væl til at halda stevnur. Tú kundi eisini minka stevnurnar til fimm ella har um.
Hetta virkuliga drepur hugan hjá okkum rógvarum, sum elska okkar tjóðarítrótt, ið liggur til at fella burtur Her er eitt skriv so vit kunnu samla undirskriftir fyri hetta.
Higartil hava 332 fólk skrivað undir.