Mótmæla framsýning

Í Noregi roynir felagsskapurin SOS Rasisme at forða einari ætlaðari framsýning um norska nazi-leiðaran Vidkun Quisling, sum eftir ætlanini verður í býnum Skien í næsta mánað. Lars Storrøsæter í SOS Rasisme sigur við Aftenposten, at framsýningin er serliga ætlað ungfólki millum 14 og 18 ár, og tað er óheppið, tí væntandi koma nógvir nýnazistar til Skien at hyggja at framsýningini, sigur hann. Lars Storrøsæter vísir á, at norskir nýnazistar hava longu ætlanir um at skipa fyri einari legu í sambandi við framsýningina í Skien, og hann heldur, at tiltøkini kunnu geva teimum ungu eina skriva uppfatan av norska nazi-leiðaranum.