Mótmæla harðliga flyting av Vinnuháskúlanum

Allir 13 býráðslimirnir í Tórshavnar býráð mótmæla í kvøld ætlanini hjá Helenu Dam á Neytstabø, landsstýriskvinnu, at flyta part av Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar Í skrivinum, sum allir býráðslimirnir hava skrivað undir stendur, at Tórshavnar býráð mótmælir harðliga bygnaðarbroytinngini, sum landsstýrisvkinnan í mentamálum hevur framt, har maritimar útbúgvingar á Vinnuháskúlanum í Havn skulu flytast til Klaksvíkar.

- Vinnuháskúlin, sum hevur verið stoltleiki Føroyar, hevur virkað í høvuðsstaðnum í yvir hundrað ár. Tað er óskiljandi, at hesin vælvirkandi stovnur nú skal niðurlagast, tá ið øll faklig tilmæli vísa á, at neyðugt er at styrkja um útbúgvingarnar og savna fakliga førleikan á einum stað - á Vinnuháskúlanum í Havn.

Mótmælið er einmælt samtykt av Tórshavnar býráð í kvøld - og vert er kanska at leggja til merkis, at størsti flokkur í Tórshavnar býráð er flokkurin hjá Helenu Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, sum hevur fimm býráðslimir.