Móttøka í Íverksetarahúsinum í Klaksvik

Í sambandi við at Íverksetarahúsið er flutt í søguliga skrivstovubygningin hjá J. F. Kjølbro á Garðavegi 57 í Klaksvík, varð móttøka í dag kl. 14.00, har eisini høvuðstuðulsavtala millum Íverksetarahúsið og BankNordik varð undirskrivað.

Hópin av fólki møtti til móttøkuna, og beyð Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í stýrinum fyri Íverksatarahúsið vælkomin. Rani Nolsøe, stjóri greiddi eisini frá virkseminum í húsinum, og at hann fegnaðist um at vera komin til hesa vinnuhøvuðsborgina, har sjálvur Kjølbro hevði sítt høvuðsskrivstovuvirki í nógv ár.

Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í BankNordik, greiddi frá týdninginum av slíkum íverksetarahúsið, og at tað var umráðandi at kveikja áhugan hjá ungum at vera við í íverksetan, og annara at vísa á, at her liggur ein framtíðrmøguleiki. Tí hevði BankNordik, sum høvuðsstuðul mælt til at gera upplegg til skúlar um íverksetan, sum Íverksetarahúsið fer undir í næstum.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl vísti á tað megnar arbeiðið, íverksetanarhúsið longu hevði staðið fyri og takkaði Gunvá við Keldu, borgarstjóra og býráðnum annars í Klaksvík, at tey høvdu tikið so væl undir við verkætlanini kring Íverksetanarhúsið.

Gunvá við Keldu borgarstjóri ynskti tillukku við og góða byr í nýggja húsinum, sum av sonnum kann sigast at hava ta røttu sálina til endamálið sum karmar kring eitt íverksetanarhús. Borgarstjórin fegnaðist um, at hetta húsið var rætta staði til allar íverksetanarætlanir úr øllum Føroyum, og at øll skuldu kenna seg vælkomin higar.

Síðani var ein trýára stuðlssáttmáli við Íverksetanarhúsið undirskrivaður millum BankNordik og Íverksetanarhúsið. Stuðlar til Íverksetanarhúsið eru eisini Bakkafrost, Havsbrún og P/F Christian í Grótinum.

Prátið gekk lystiliga afturvið einum bita og vistu tey nógvu fólkini, sum komin vóru, frá hópin av søgum at siga frá Kjølbro´sa tíð í hesum søguliga húsi.

Orð og myndir: Dávur Winther