Tann 19. september varð eitt søguligt uppskot lagt fram á ting. Landsstýrið b iður um eina eykajáttan upp á kr. 400.000.
Orsøkin fyri hesum uppskoti er dokumenterað í hesi grein. Hon er í sínum einfeldi tann, at landsstýrismálanevndin hevur tikið eitt mál til viðgerðar viðvíkjandi umsitingina av ávísum almannamálum. Men nevndin sum letst at hava eina slíka umsorgan fyri um Helena hevur fylgt galdandi reglum hevur í síni viðgerð av málinum ikki fylgt síni egnu reglugerð.
Grundgevingin fyri at hetta ikki er gjørt er óhoyrd. Hon er samb. Edmund Joensen, at løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni hava noktað fyri at arbeiða samb. eina av nevndini samtykta starvsskipan.
Grundgevingin hjá teimum er eins einastandandi. Løgfrøðingarnir vilja ikki gera ta í starvsskipanini ásettu niðurstøður »tí hesar verða brúktar politiskt«. Til hetta er at siga, at niðurstøður sum veruliga eru løgfrøðisliga undirbygdar kunnu sjálvsagt tola eina og hvørja viðgerð. Og tað man vera her hundurin liggur grivin. Avrikini hjá løgfrøðingum tola nevniliga ikki at verða hildin upp ímóti ljósinum.
Undirritaði havi fleiri ferðir dokumenterað hvussu teir í stríð við tær fremstu meginreglurnar fyri eitt fólkaræði hava lagt navn til eitt løgfrøðisligt grundarlag, sum skal frítaka landsstýrismenn frá skyldina satt at siga fyri tinginum. Ein av niðurstøðunum hevur verið, at tað ongan týdning hevur fyri viðgerðina av einum lógarmáli á tingi, at løgmaður/landsstýrismaður gevur tinginum løgfrøðisligar skeivar upplýsingar!
Tað er upplagt at ein slík niðurstøða hvørki tolir politiska ella aðra viðgerð.
Tað sum er enn meira einastandandi er, at landsstýrismálanevndin samb. formannin »hevur ásannað«, at tað eru embætisfólkini hjá teimum sum við eini slíkari grundgeving avgera hvørt ein reglugerð skal fylgjast ella ikki.
Hetta má so vera ein ásannan av, at landsstýrismálanevndin er komin í rasshaft av sínum mótstríðandi arbeiðshátti.
Og nú kemur rokningin til løgtingið: Meira enn tvær árslønir hjá arbeiðara fyri at staðfesta um nakrar kunngerðir eru í samsvar við tilsvarandi lógir.
Allir 32 løgtingsmenn hava »passivt« góðtikið hesa óhoyrdu framferðina hjá landsstýrismálanevndini og hennara embætisfólki.
Nú skal hvør einstakur taka persónliga støðu. So fáa vit at síggja hvør ið er »evsta vald«.
Óli Jacobsen
Brot úr starvsskipanini
hjá landsstýrismálanevndini
$ 11 stk. 5
Nevndin ger síðan sína endaligu niðurstøðu av, hvørt hon heldur, at brot?er framt á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.
Starvsskipanin er samtykt av nevndini 12.02.1999. Í 12 greinum ásetir hon heilt nágreiniliga mannagongdina við viðgerðini av einum máli. Í gerðabókini hjá nevndini finst eingin samtykt um at starvsskipanin ikki skal fylgjast. Tað er ikki fyrr enn hetta málið er avgreitt, at nevndin er farin at viðgera broytingar í starvsskipanini. Men á heimasíðuni hjá landsstýrismálanevndini verður framvegis víst til upprunaligu starvsskipanina, og tá eingin onnur samtykt finst má tað vera hon sum er í gildi.
Og samb. starvsskipanina er sum tað sæst eingin ivi um, at nevndin skal gera eina niðurstøðu. Og tað finst eingin áseting í starvsskipanini um, at viðgerðin skal enda við eini frágreiðing.
Løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni gera »múttarí«
(Edmund Joensen) greiðir frá, at tað ber ikki til at fáa løgfrøðingarnar á løgtingsskrivstovuni at koma við niðurstøðum, tí hesar verða brúktar politiskt, og tað vilja embætisfólkini hjá løgtinginum ikki vera við til. Tað er tí, at vit í landsstýrismálanevndini bert hava tveir møguleikar. Annar er at seta ein kanningarstjóra og hin er at gera eina frágreiðing.
Hetta er tann frágreiðing, sum Edmund Joensen herfyri gav í »Dimmalætting« um orsøkina til at starvsskipanin ikki verður hildin. Og hon er at løgfrøðingarnir á løgtingsskrivstovuni nokta at arbeiða eftir henni! Á øllum øðrum arbeiðsplássum vildi ein slík noktan ført til uppsøgn og burturvísing í stundini.
Men landsstýrismálanevndin, sum umboðar »evsta vald« og sum er mannað av trimum fyrrverandi landsstýrismonnum, letur seg siga! Slík undanstøkkin man vera søguliga og vildi, óneyðugt at siga, verið ómøgulig í einum tingi. Men letur seg opinbart gera í einum »tingi«.