Mátti sjálvur orna ferðina heim

Seinkingarnar og avlýsingarnar hjá Norrønu hava sett summi ferðafólk í keðiliga støðu, Christian Pauli Jacobsen mátti sjálvur syrgja fyri ferð til Føroyar, og heldur als ikki, at servisin, ið hann fekk umborð, var nøktandi. Av Smyril Line harmast tey um tær avleiðingar, ið seinkingarnar hava við sær, men vísa á, at hetta eru treytirnar, ið tey virka undir hesa ársins tíð.

Ferðing

Norrøna liggur í Bergen í løtuni, og har verður hon væntandi liggjandi til í kvøld. Illveður hevur darvað ferjusiglingini millum Danmark og Noreg um vikuskiftið, og veðrið hevur eisini ávirkað siglingina hjá Norrønu.
Norrøna kom til Bergen sunnudagin, sum veðurvánirnar vóru, varð avgjørt at leggja skipið. Orsakað av seinkingunum varð Íslandstúrurin hesa vikuna er avlýstur.
Smyril Line sigur, at ferðafólk gista umborð á Norrønu, meðan hon liggur í Bergen. Smyril Line syrgir fyri mati til ferðafólkini, samstundis sum reiðaríið í dag og í gjár hevur skipað fyri ymsum tiltøkum fyri ferðafólkunum.

Ónøgdur við Smyril Line
Men ikki øll ferðafólkini vóru líka glað um støðuna. Fleiri valdu tí, at fara aftur til Danmarkar við flogfari. Kostnaðin fyri hetta mátti ferðafólkið sjálvi rinda.
Christian Pauli Jacobsen var eitt av ferðafólkunum, ið mátti umvegis Kastrup til Føroyar. Hann greiðir frá, at fleiri av ferðafólkunum høvdu spurt manningina áðrenn fráferðina, um veðrið fór at blíva ein trupulleiki, men høvdu fingið boð um, at hetta als eingin trupulleiki var.

Vakt við ókeypis máltíð
- Kl. 11 sunnumorgunin vórðu vit vakt við boðum um, at ókeypis matur var í kantinuni. Seinni komu so boðini um, at orsøkin til ókeypis matin var tann, at vit ikki sluppu víðari úr Bergen, sigur Christian Pauli.
- Vit fingu at vita, at vit fingu ókeypis mat umborð hesar dagarnar, men tá eg spurdi um drykkivørur, fekk eg at vita, at eg sjálvur mátti syrgja fyri.

Harmilig seinking
Christian Pauli heldur tað vera øgiliga løgið, at man ikki visti, at har fóru at verða trupulleikar, áðrenn Norrøna fór úr Hanstholm kl. 22 leygarkvøldið.
- So kundu vit verið farin til hús aftur og flogið heim ístaðin fyri at liggja svínabundin í Bergen, sigur Christian Pauli og vísir á, at nógv av ferðafólkunum vóru úr Jútlandi, og tí rættiliga skjótt kundu koyrt til húsar.
Thomas Magnussen, stjóri á Smyril Line, sigur við Sosialin, at tílíkar avlýsingar og seinkingar sjálvandi eru harmiligar. Men at hetta eru treytirnar, ið tey virka undir hesa ársins tíð. Hann vísir aftur, at Smyril Line hevði avgjørt ikki at fara víðari úr Bergen, longu tá hon fór úr Hansholm leygardagin.
- Tað er eingin ivi um, at veðurforsøgnin ikki var serliga góð, tá vit fóru úr Hanstholm, men tær broyta seg alla tíðina, tí kundu vit ikki vita, hvussu veðrið fór at verða, tá vit skuldu víðari úr Bergen, Norrøna er eitt stórt skip, og veðrið skal vera øgiliga ringt, fyri at vit setast aftur. Tí kundu vit illa boða fólki frá, at vit ikki fóru víðari. Eg meini annars, at skiparin, tá hann fer avstað, kunnar um veðrið, sigur Thomas Magnussen

Ongin hjálp at fáa
Christian Pauli heldur als ikki at servisin var nóg góð, tá avgjørt var at avlýsa ferðina:
- Vit royndu at práta við manningina og fáa hjálp til at sleppa víðari við flogfari, men fingu at vita, at Smyril Line ikki skipar fyri øðrum transporti. Tí máttu vit antin bíða til mikudagin, ella sjálvi syrgja fyri aðrari ferðing, greiðir hann frá.
Thomas Magnussen vísir á, at tað stendur í ferðaseðlunum, tá tú keypir hann, hvørjar treytirnar eru.
- Atlantic hevur heldur ikki tilboð um ferðaseðlar við skipi, um teirra flogfar ikki flýgur. Vit kundu tí ikki bjóða annan flutning til ferðafólkið.

Íslendingar í aðrari støðu
Men meðan føroyingarnir sjálvir máttu gjalda fyri ferðina heim, so varð skipað fyri flogferð til Íslands, soleiðis, at tey, ið skuldu higar vóru flogin uttan kostnað.
- Vit frættu, at íslendararnir vóru sendir heim við flogfari, og hetta haldi eg vera øgiliga keðiligt, at man soleiðis ger mismun á fólki, sigur Christian Pauli.
Heindrik Egholm Sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line, heldur ikki at talan er um mismun.
- Vit taka støðu í hvørjum einstøkum føri. Her er talan um tvær rættiliga ymiskar støður. Túrurin til Íslands er heilt avlýstur hesa vikuna. Tey, ið skuldu tann túrin mugu tí bíða í longur enn eina viku, um líkindini yvirhøvur verða tá. Meðan tey, sum skuldu til Føroyar, vóru 3 dagar seinkaði. Nú ætlaða fráferðin verður ein dag fyrr, so verður í veruleikanum talan um tveir dagar. Tí avgjørdu vit, at skipa fyri flogferð til teir seks íslendingarnar, meðan vit valdu at syrgja væl fyri føroyingunum umborð, og skipa fyri nøkrum útferðum og tílíkum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit gera tílíkt. Tá Norrøna fór í dokk 12. februar, flugu vit trý flogfør við ferðafólki upp til Føroyar. Vit hava eisini onkuntíð, tá Norrøna ikki er komin til Bergen bjóðað at flúgva ferðafólkið heim, ella at rinda fyri eina viku afturat í Noregi. Hetta er ein standard prosedura, at vit taka støðu um, hvat vit meta vera rímiligt í hvørjum føri, sigur Heindrik, ið væl skilur, at tað kann vera hugstoytt, ikki at sleppa til Føroyar, tá man ætlaði.
-Vit liva av føroyskum ferðafólki, og hava als ongan áhuga í at gera mismun ímóti teimum, heldur hann fram.