MA í Facebook í Bretlandi

Eitt enskt universitet bjóðar nú eina útbúgving í Facebook, Twitter og øðrum sosialum heimasíðum.

Kostnaðurin er umleið 35.000 krónur

Tað krevur allarhelst ikki tey heilt stóru tøkniligu evnini at gera eina Facebook-vangamynd, leggja myndir av vinunum á síðuna, og seinni skriva um tað á Twitter.

 

Tó so bjóðar Birmingham Universitet í Bretlandi nú eina eitt ára langa mastersútbúgving í nýtsluni av Facebook, Twitter, Bebo og øðrum sosialum heimasíðum, skrivar The Guardian.

 

Prísurin 35.000 krónur

Sambært leiðaranum av skeiðinum Jon Hickman, hava nógv sýnt stóran áhuga fyri Facebook-útbúgvingini, ið kostar 4.400 pund, ið svarar til umleið 35.000 krónur.

 

- Tað er ikki fyri fólk við nógvum royndum innan kunningartøkni. Teir miðlar, ið tú lærur at nýta á skeiðinum, er møguligir at læra fyri nógv fólk. Í útbúgvingar tíðarskeiðnum vilja vit hyggja eftir hvat tú kanst gera á Facebook og Twitter, og hvussu heimasíðurnar kunnu nýtast til samskifti og marknaðarføring, sigur Jon Hickman við The Guardian.

 

Kritikkur: Tað er ov lætt

Tá ið skeiðið er av, kunnu tey lesandi kalla seg ?MA í Sosialum Miðlum?, og tey hava millum annað lært at nýta Facebook møguleikarnir, umframt at gera ?bloggur? og annað.

Sambært The Guardian eru fleiri av teimum lesandi kritisk mótvegis skeiðinum, tí tey halda tað verða á ov lágum støði.