Í stóra hassj málinum, har narkopolitiið var úti og ávaraði móti sera vandamiklum evnum, ið onkur var deyður av á festivali í Danmark, er nú ein maður í Vágunum handtikin og skuldsettur.
Narkopolitiið fann 20 hassjplantur hjá manninum, og hetta verður hann eisini skuldsettur fyri.
Tað sita framman undan fýra fólk varðhaldsfongslað í málinum, og nú er so ein fimti persónur eisini handtikin.
- Talan er um fólk í umhvørvinum, sum vit hava eyguni við, sigur Mikkjal Thomasen, leiðari á narkodeildini hjá politiinum.