Manchester United boðar í dag frá, at fyrrverandi ungdómsvenjarin í felagnum, Erik Harrison, er deyður 81 ára gamal. Hann eigur stóran lut í “Class of 92”, sum telur fleiri av kendastu spælarunum í felagnum.
Eric Harrison var ungdómsvenjari hjá Manchester United, tá ein ungur Alex Ferguson bleiv venjari í felagnum í 1986. Skotin var ónøgdur við at ov fáir spælarar komu upp gjøgnum ungdómsdeildirnar. Væl lýddi Eric Harrison lurtaði og fór til verka. “Class of 92” telur spælarar sum Ryan Giggs, David Beckham, Paul Scholes, Nicky Butt og beiggjarnar Gary og Phil Neville.
Í dag hava spælarar sum Gary Neville og David Beckham víst takksemi og viðring fyri fyrrverandi ungdómsvenjaranum, ið teir lýsa sum ein grundsteinur undir at teir blivu til fótbóltsspælarar.
Eric Harrison hevði minnissvinn og búði seinastu árini á røktarheimi. Sagt verður, at størsta verkið hjá honum í fótbóltinum, var eiga so stóran lut í fleiri spælarum, ið megnaðu at vinna The Trible í 1999. Premier League, FA Cup og Champions League.