Á heimasíðuni hjá belgiska felagsskapinum Child Focus eru myndir av tveimum børnum. Felags fyri tær báðar genturnar er, at tær eru horvnar. Ihsa Yaramis er 15 ára gomul og úr belgiska býnum Antwerpen. Hon hvarv tann 22. september, og síðani hevur eingin borið eyga við hana. Gentuna á hinari myndini kenna tey flestu. Tann myndin er av ensku fýra ára gomlu Madeleine McCann, sum hvarv úr einari frítíðaríbúð í Praia De Luz í Portugal tann 3. mai
Heimurin
Kunningarleiðarin hjá Child Focus, Dirk Depover, ásannar, at tað er lættari at fáa fjølmiðlarnar at vísa einari lítlari, hvítari meðalstættarsmágentu, sum hvørvur, ans, og at áhugin er munandi minni, um talan eitt nú er um eina sigoynaragentu. Fyri stuttum fekk Child Focus fráboðan um eina sigoynaragentu, sum var horvin, men tað vísti seg at vera næstan vónleyst at fáa fjølmiðlarnar at taka málið upp. Tíbetur kom gentan afturíaftur í øllum góðum.
Dirk Depover hevur lítlan hug at gera nakrar viðmerkingar til málið um Madeleine McCann, og hvussu foreldur hennara hava brúkt fjølmiðlarnar, síðani gentan hvarv.
– Hatta er teirra val, sigur hann stutt, og aðra viðmerking hevur hann ikki.
Úrslit av misnøgd
Felagsskapurin Child Focus varð stovnaður aftan á tað sokallaða Dutroux-málið í Belgia fyri tíggju árum síðani. Umleið 300.000 belgiumenn gingu mótmælisgongu ímóti teirri tilvildarligu handfaringini hjá løgregluni, tá tað snúði seg um børn, ið vóru horvin.
Eitt av úrslitunum av hesari ovurstóru misnøgdini gjørdist felagsskapurin Child Focus, hvørs virksemi er fíggjað privat og alment.
Hóast felagsskapurin bara hevur nøkur fá ár á baki, hevur hann fingið belgisku løgregluna at taka annað skinn um bak í málum um horvin børn og ung. Harumframt er Child Focus ásurin í evropeiska felagsskapinum Missing Children Europe.
– Vit skulu ikki gera tað, sum løgreglan eigur at gera, men vit leita saman við løgregluni eftir teimum horvnu ungu. Í seinastuni hava vit víðkað virksemi okkara, so tað nú eisini umfatar barnaporno og kynsliga misnýtslu av børnum. Ofta er tað so, at samband er ímillum hesi økini, sigur Dirk Depover.
Fjølmiðlarnir
Dirk Depover greiðir frá, at tá eitt barn hvørvur, ger felagsskapurin sær stóran ómak við at kunna foreldrini um fyrimunir og vansar við at fáa fjølmiðlarnar upp í málið.
– Vit siga teimum, at fjølmiðlarnir kunnu vera ein gagnligur samstarvsfelagi, men at tey eisini eiga at gera sær greitt, hvat sambandið við fjølmiðlarnar kann hava við sær. Eitt nú tosa vit gjølla um, hvat tey skulu siga. Vanliga ráða vit teimum til at skipa fyri einum tíðindafundi, tí so sleppa tey frá at fáa tíðindafólk rennandi á dyrnar í tíð og ótíð. Og vit ráða teimum altíð frá at lata fjølmiðlafólk sleppa inn, tí tað endar ofta við onkrum, sum líkist einari innrás.
Í Child Focus, sum umfatar Belgia, arbeiðs meiri enn 50 fólk, og í fjør ringdi telefonin meiri enn139.000 ferðir. 20.000 av samrøðunum vóru frá fólki, sum vóru bangin um onkran, 3.000 teirra endaðu sum verulig mál, men 70 prosent vórðu loyst eftir nøkrum fáum døgum.
Brúka plakatir
Child Focus er millum annað kent fyri sínar mongu plakatir. Srórar plakatir við myndum av horvnum børnum verða hongdar upp allastaðni, har nógv fólk ferðast, ella har onkur kann hugsast at hava sæð tey horvnu. Men hesin framferðarhátturin kann vera eitt tvíeggjað svørð, tí tað kann hava trupulleikar við sær, at so nógv verður gjørt burtur úr einum smábarni.
– Vit skipa altíð fyri okkara átøkum í samráð við løgregluna, og tað er umráðandi, at vit halda aftur viðhvørt, so løgreglan ikki druknar í berani kunning. Í meðal hava vit umleið 150 ymisk átøk um árið. Nøkur teirra hava eitt serligt mál. Vita vit t. d., at ein ung genta er sædd í einum bili saman við einum tilkomnum drongi, sóknast vit ofta eftir teimum á bensinstøðum. Ta einu ferðina vóru vit bara á einari kaffistovu við plakatum, tí vit væntaðu, at tey horvnu fór at koma hagar, og tað eydnaðist eisini.
– Tað er eisini so ymiskt frá landi til land, hvussu vit sóknast eftir fólki. Í Niðurlondum hava tey eina sjónvarpssending um mánaðin, har roynt verður at finna horvin fólk, sigur Dirk Depover.
Veksandi trupulleiki?
Spurdur, um trupulleikin við horvnum børnum hevur verið ein veksandi trupulleiki í Evropa tey seinastu tíggju árini, svarar Dirk Depover, at spurningurin er ikki so einfaldur at svara.
– So einfalt er tað ikki, tí hvat er eitt horvið barn? Tað er sera ymiskt, hvussu hetta verður uppfatað í ymsum londum. Eitt eru tey, sum verða burturflutt. Í einum landi sum Belgia, sum hevur meiri enn 10 milliónir fólk, hava vit eitt ella kanska tvey slík mál um árið. So eru tað málini, har annað av foreldrunum tekur børnini við sær og flytir til sítt heimland við teimum. Vit hava eisini børn, sum stutt og greitt rýma frá foreldrunum ella av stovnum, og so hava vit tey børnini, sum koma higar einsamøll úr fátækum londum. Umleið 2.000 av hesum einsamøllu børnunum koma til Belgia um árið, og 500 teirra hvørva. Nøkur fara til okkurt annað land, tí hetta var ikki, sum tey høvdu væntað. Hesi børnini eru sera veik og kunnu vera løtt offur.
Dirk Depover vísir á, at á nýggjárinum verður Schengen-samstarvið víðkað, so lond sum Rumenia og Bulgaria koma afturat.
– Vit hava einki ímóti, at fólk ferðast, men vit vilja fegin hava ES-myndugleikarnar at gera sær greitt, hvat økt ferðing og øktir ferðamøguleikar kunnu hava við sær. Tí gera vit okkum ómak við at royna at ávirka ES, og eitt av málum okkara er ein felags telefon, sum horvin børn í Evropa kunnu brúka.
Góð skipan
Kunningarleiðarin hjá Child Focus heldur, at Belgia er rættiliga frammarlaga, tá tað snýr seg um at taka sær av málum um horvin børn.
– Eg veit ikki, um vit eru dugnaligari enn onnur, men eg haldi, at vit í Belgia hava fingið eina góð skipan síðani tað, sum hendi í kjalarvørrinum á Dutroux-málinum. Eitt nú hava allar løgreglustøðir í landinum somu vegleiðing at ganga eftir, tá børn hvørva. Har stendur eisini, hvussu løgreglan skal samstarva við onnur lond, og eg veit, at myndugleikar í øðrum londum eru hugaðir at brúka okkara skipan, sigur Dirk Depover, kunningarleiðari hjá Child Focus, at enda.
(Kelda: Aftenposten)
------------
Evropeiskt netverk
Netverkið, sum varð stovnað í 2001, umfatar 19 felagsskapir í 15 evropeiskum londum. Felagsskapurin, sum fyri tað mesta arbeiðir í ES-høpi, hevur sum eitt av sínum málum at skipa eina ávaringartelefon, har horvin og kynsliga misnýtt børn í Evropa kunnu gera vart við seg. Ein annar málsetningur hjá netverkinum er at fáa tøknilig tiltøk, sum skulu forða fyri, at fólk kunnu keypa barnapornografiskt tilfar á internetinum við at rinda við gjaldskorti.
------------