Fótbóltur
Tá Florentino Perez í 2000 vann sær valdið sum forseti í Real Madrid, var tað við lyfti um, at hann skuldi fáa Louis Figo til felagið.
Tað lyftið helt hann, og nú hevur sami maður aftur engt við stórum lyftum, nú hann aftur roynir at vinna sessin í kongaliga felagnum, nú Vicente Calderon hevur tikið seg aftur eftir álvarsligu ákærurnar um mutur.
Hesa ferð er lyftið, at Arsene Wenger verður settur sum venjari í felagnum, og afturat sær skal franski fótbóltsprofessarin fáa Cesc Fabregas og Kaka sum nøvnini, sum eitt nýtt ættarlið av Galacticos skal byggjast um.
Tvær ferðir áður hevur Arsene Wenger sagt nei takk til sessin sum venjari í Real Madrid. Men hesa ferð er lyftið samstundis, at eingin ítróttarstjóri verður settur fyri Predrag Mijatovic, sum fer úr sessinum, og at Wenger tí fær munandi størri vald enn nakar av undanmonnum hansara í Real Madrid.