Høgni Madsen spælur ikki longur við NSÍ. Miðvallarin og leiðsan í felagnum eru samd um at steðga samstarvinum. Tað skrivar Dimmalætting í dag.
Høgni Madsen skifti úr ÍF til NSÍ undan hesum kappingarárinum, men hevur ongantíð prógvað sítt virði. Dimmalætting skrivar, at hann nú fer at leita eftir øðrum felag, og væntandi finnur hann nýggjan arbeiðsgevara, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur 27. juli.
Høgni Madsen hevur áður umboðað ÍF, GÍ, KÍ og NSÍ.