Maður datt á sjógv í Havn

Í morgun mátti løgreglan av húsum í skundi at hjálpa einum manni, sum var komin illa fyri

Heilt tíðliga í morgun mátti løgreglan í Havn í skundi av húsum at hjálpa einum manni, sum var dottin á sjógv.

Hann var komin gangandi eftir bryggjukantinum við Knørrarneystið, tá ið hann var áhaldsin og fór á sjógv.

Men fallið var so heppið, at hann meiðslaði seg ikki og hann kom soleiðis fyri at hann fekk sjálvur ringt eftir løgregluni.

 

Hann grynti, har hann stóð, men slapp ikki upp sjálvur, so løgreglan skundaði sær á staðið og fekk hjálpt honum uppaftur.

Av løgreglustøðini siga tey, at maðurin var ógvuliga kaldur, tá ið tey funnu hann og bjargaði honum upp á turt, men annars hevði hann ikki meiðslað seg.