Fyrrverarandi formaðurin í danska fótbóltssambandinum, og núverandi stjórnarlimurin í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, Allan Hansen (myndin) leggur upp til, at altjóða fótbóltssamgongan FIFA fer í tvíningar, og UEFA saman við øðrum skal ganga egnar leiðir.
Komandi fríggjadag hittast limalondini í UEFA, har tey skulu kjakast um tey skulu vísa hart ímóti hørðum, og skipa fyri einum alternativum endaspæli í fótbólti, sum einki hevur við heimsmeistaraskapi at gera, sum FIFA skipar fyri í Russlandi í 2018.
Tað er enska blaðið "The Independant", sum skrivar, at danski UEFA-stjórnarlimurin, Allan Hansen hevur lagt hetta uppskotið fram.
Alternativa endaspælið, sum skal verða summarið 2018 verður ein kapping millum tey evropeisku londini, sum hava spælt seg í HM-endaspælið, og so nøkur útvald suðuramerikonsk lond aftrat fyri at geva alternativa endaspælinum prestisju, tyngd og dygd.
- Um vit kvetta við FIFA, og gera okkara egnu fótbóltssamgongu, so eri eg vísur í, at tað fer ikki at ganga lang tíð til tey FIFA-limalondini, sum ikki ynska broytingar fara at innsíggja, at tey kunnu ikki verða tey evropeisku londini fyri uttan, sigur ein bersøgin Allan Hansen við "The Independant".
Allan Hansen vónar, at hetta fer at elva til at FIFA-forsetin, Sepp Blatter fer at bukka undir trýstinum, sum verður frá sjónvarpsfeløgunum, og teimum, sum annars hava handilslig rættindi í samband við HM-endaspøl. Tað verður sera torført hjá hesum at selja eina vøru, um heimsins bestu fótbóltslandslið, sum primert eru tey evropeisku og suðuramerikonsku, ikki eru við til eitt HM-endaspæl.
Ein endalig avgerð um at boykotta FIFA verður tikin á einari UEFA-kongress á Malta tann 17. september í ár. Tað verður so upp til UEFA-forsetan, Michel Platini at savna tey 54 UEFA-limalondini í einum felags fronti ímóti FIFA og FIFA-forsetanum, Sepp Blatter.
Áðrenn FIFA-forsetavalið heitti Michel Platini á Sepp Blatter um at leggja frá sær, men tann skjótt 80 ára gamli Sepp Blatter noktaði at gera eftir áheitanani frá Michel Platini. Tað kann nú vísa seg at koma aftur um brekku hjá Sepp Blatter og FIFA.