Magn vil hjálpa til at røkka grøna málinum

 

Magn liggur ikki á boðunum, nú SEV hevur sett spurnartekin við evnini at røkka grønu málunum hjá samgonguni og sær sjálvari. Fríggjadagin avgjørdi aðalfundurin hjá SEV at lækka streymprísin, eftir boðum frá landsmyndugleikanum, men viðmerkti samstundis, at hetta fór at darva útbyggingini av grønari orku í Føroyum.

 

Orkufelagið Magn eru skjótir at at svara.

- Magn er til reiðar at hjálpa samgonguni at røkka gyltu málum sínum um einar orkugrønari Føroyar, skrivar Finn Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Magn.

 

Ætlanin hjá landsstýrinum og SEV er at øll elnýtsla á landi longu í 2030 skal koma frá varandi orkukeldum, men aðrir aktørar enn SEV hava leingi víst á, at tað verður mest sum ógjørligt hjá SEV at megna at veita nóg mikið av grønari orku til tess.

- Hetta hava vit á Magn fleiri ferðir áður gjørt greitt og samstundis bjóðað okkum fram at vera við til at lyfta uppgávuna, uttan at politiski myndugleikin tó hevur tikið ímóti útrættu hondini. Men tilboðið hjá Magn stendur við og er meira aktuelt nú enn nakrantíð áður, skrivar Finn Jakobsen.

 

Forðingin er tann, at SEV verjir um elnetið og loyvir ikki øðrum at framleiða orku til netið. Magn kundi hugsað sær at sloppið at framleitt grøna orku inn á netið og at selja streym beinleiðis til brúkaran í fríari og opnari kapping.

- Frí kapping merkir, at fleiri herðar verða at lyfta uppgávuna og elvir samstundis til bíligari el til endabrúkaran, sigur Finn Jakobsen.

 

Les eisini Magn er til reiðar við grønari orku

 

- Um Heilsu- og Innlendismálaráðharrin, ið eisini umsitur orkumál, og politiski myndugleikin annars síggja álvaran í málinum og vilja, at tað skal bera til at røkka gyltu málunum hjá samgonguni, eigur henda liberaliseringin av atgongdini til elnetið at kunna fremjast eftir stuttari tíð, er áheitanin frá Finn Jakobsen og Magn.