Í august mánaða sýnir Magna Auðunson 32 akrylmálningar fram í Leikalund í Klaksvík.
Magna er ættað úr Klaksvík, dóttir John og Annu Lassen. Hon er útbúgvin lærari og flutti í 2000 til Danmarkar at búgva, og býr nú á Suðursælandi.
Myndaevnini eru landslagsmyndir, nógvar úr Klaksvík, men eisini aðrastaðni úr Norðoyggjum og úr Føroyum sum heild. Eisini eru myndir av uppstilligum.
Sjálv metir hon, at nátturumyndirnar spretta úr nátturu upplivingum bæði í Føroyum og Danmark. Men eisini úr tí, hon kallar innara landslagið, sum hon ber innan í sær. Við hvørt ger hon skitsur og onkuntíð ávirka myndir og aðrir málarar hana.
Men hon nýtir altíð egin motiv við ymiskum litblandingum og málihættum. Seinnu árini hevur ljósið úr havinum ávirka hana nógv, og sæst hetta eisini aftur í málingunum.
Myndirnar, sum allar eru til sølu, eru at síggja í vanligari upplatingartíd: Mánadag til fríggjadag frá 10 til 17:30 og leygardag frá 10 til 13.
Framsýningin heldur fram til 30 august.