Magni fekk sjey milliónir fyri at fara

Sambært danska ferðavinnublaðnum Travel People fekk Magni Arge leygarkvøldið eitt gylt tilboð, afturfyri at fara úr stjórastarvinum beinanvegin

Sambært danska ferðavinnublaðnum Travel People fekk Magni Arge leygarkvøldið eitt gylt tilboð, afturfyri at fara úr stjórastarvinum beinanvegin.

 

Danska Travel People, ið er at rokna sum eitt fakblað hjá flogbransjuni, ger nógv burtur úr at karismatiski stjórin í Atlantsflog brádliga er koyrdur úr starvi.

 

Sambært blaðnum er orsøkin til uppsøgnina at finna í vánaliga stevinum millum Niels Mortensen, nevndarformann síðani 8. mars, og Magna Arge. Ein av orsøkinum til vánaliga stevið var, at Magni Arge undan aðalfundinum í mars hevði roynt at ávirka Vinnumálaráðið soleiðis, at Bergur Poulsen skuldi veljast til nevndarformann. 

 

Travel People skrivar í dag, at Magni Arge varð boðsendur á fund klokkan 18 í gjárkvøldi. Við á fundinum vóru einans Niels Mortensen og ein annan nevndarlimur. Tá hevði nevndin verið saman fyrr um dagin.

 

Fundurin millum Niels Mortensen og Magna Arge tók ein tíma. Klokkan sjey var fundurin liðugur. Magni Arge var nú uttan starv, men stóð harafturímóti við eini fráfaringaravtalu á sjey milliónir krónur, skrivar Travel People.

 

Les eisini:

 

Johan Dahl stuðlar nevndini í Atlantsflog

 

Lasse Klein: Nevndin má forklára seg

 

Nevndarformaðurin: Atlantsflog tørvar nýggja strategi

 

Magni Arge: Stevið var burtur

 

Magni Arge fortíð í Atlantsflog