Magni er ættaður av Ziskatrøð í Klaksvík. Foreldrini vóru Mona og Jósup Jacobsen. Mamman var fødd Sørensen og ættað av Grømma á Viðareiði. Pápin var úr Svínoy. Tey bæði yvirtóku húsini, sum foreldur hennara høvdu bygt á Ziskatrøð.
Børnini hjá Monu og Jósup Jacobsen vóru Sigurd (1938), Ásvør (1940), Jonna (1942), Óli á Grømma (1945), Magni (1946) og Joan (1956). Sigurd býr í Sønderborg, Óli býr í Florida, Magni býr í Klaksvík, og Joan býr í Havn. Ásvør, sum búði í Klaksvík, og Jonna, sum búði í Havn, eru fluttar foldum frá.
Magni vaks upp í góðum grannalagi, ið var eyðkent av, at har vóru nógv børn. Pápin var sjómaður og húsasmiður, og mamman var miðdepulin í heimi, har nógv fólk kom. Tá ið hann var farin úr skúlanum, royndi Magni sjólívið, og so fór hann at læra til málara hjá sváginum, Poul Færø, sum hann arbeiddi hjá í fleiri ár, áðrenn hann fór at arbeiða fyri seg sjálvan.
Í mong ár hevur Magni verið virkisfúsur málarameistari, sum ikki ger nógvan háva burtur úr sær sjálvum. Í sjeyti og áttati árunum hevði hann málingahandil í Klaksvík og eisini eitt skifti í Havn. Handilin nevndist Iris. Miðskeiðis í níti árunum arbeiddi Magni í trý ár í Danmark.
Magni er trúfastur í samkomuni í Betesda, hann hevur stóran áhuga fyri trúboðanarvirki, og hann hevur verið nógv í Zarepta í Vatnsoyrum. Í mong ár hevur hann saman við øðrum heilt árla á morgni tvær ferðir um vikuna spælt fótbólt í ítróttarhøllini í Klaksvík.
Í 1969 giftist Magni við Karin, sum er laborantur á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Foreldrini hjá henni vóru Durid og Frimod Rasmussen ella Frimod í Grótinum. Karin og Magni bygdu dygst omanfyri hjá foreldrum hennara.
Karin og Magni eiga trý børn – Dorit (1971), Johnny í Grótinum (1975) og Jósef (1978). Dorit og Jósef búgva í Klaksvík, og Johnny býr í Havn. Magni eigur seks abbabørn.
Magni heldur føðingardagin í Klaksvíkar sjómansskúla, har tað er opið hús frá klokkan seks í kvøld. J