Tað verður Magni Mohr, ið sum formaður kemur at loysa Pál Weihe av í Fólkaheilsuráðnum, og Kathrina Lindenskov Holm, sum er sálarfrøðingur, verður næstforkvinna í ráðnum.
Hinir ráðslimirnir eru Petra Arge Poulsen, heilsufrøðingur, Katrin Danielsen, kommunulækni, Jón Klein Olsen, politistur, John Henrik Holm fyri undirvísingarverkið, og Elin Ludvig fyri almannaverkið.
Fólkaheilsuráðið telur sjey limir, sum landsstýrisfólkið í heilsumálum tilnevnir fyri fýra ár í senn.