Norska talvflogvitið Magnus Carlsen tryggjaði sær í dag 11. HM-heitið. Tað hendi, tá tann 29 ára gamli norðmaðurin í Moskva gjørdist heimsmeistari í kviktalvi fyri fyrstu ferð síðani 2015.
Sigurin gjørdist veruleiki, tá Magnus Carlsen spældi remis ímóti japansktfødda amerikanaranum Hikura Nakamura.
Harvið náddi Magnus Carlsen upp á átta sigrar og sjey ferðir remis við HM-spæli í russiska høvuðsstaðnum.
Fyrr í dag spældi norðmaðurin remis ímóti franska Maxime Vachier-Lagrave, sum er nummar eitt á heimsstyrkilistanu. Vachier-Lagrave var mettur sum ein av truplastu mótstøðumonnunum hjá Magnus Carlsen.
Næstu tveir dagarnar heldur HM í Moskva fram við kapping í snartalvi. Her er Magnus Carlsen í løtuni heimsmeistari.
Í kviktalvi hava spælararnir styttri umhugsunartíð enn í vanligum talvi, og í snartalvi er tíðin skrúvað enn longri niður.
/ritzau/NTB