Fyri fáum døgum síðani skrivaði Hanus Sørensen sáttmála við danska felagið FC Midtjylland, og nú kann enn ein av leikarunum á søguliga føroyska U17-landsliðnum vera ávegis av landinum at spæla fótbólt.
Talan er um 16 ára gamla Magnus Holm Jacobsen úr B36, sum í hesum døgum er í Italia og royndarvenur við Atalanta. Felagið heldur til í Bergamo tætt við stórbýin Milano.
Atalanta, sum er umboðað í Seriu A, verður mett at hava ein av bestu fótbóltsskúlunum í landinum, og Magnus skal royndarvenja við U17-liðnum hjá teimum í eina viku.
Sambært eini kanning hjá CIES Football Observatory er ungdómsdeildin hjá Atalanta tann áttanda besta í øllum heiminum. Bara í 2014 átti felagið 25 uppaldar leikarar í fimm teimum bestu deildunum í Evropa.
Magnus er uppvaksin í HB, men skifti nýliga til grannarnar í B36, har hann hevur fingið sítt gjøgnumbrot í U16 og U18, og nú eisini hevur fingið sáttmála og venur við besta liðnum.
Magnus Holm Jacobsen er ein vælvaksin verjukendur miðvallari, ið er tiltikin fyri eirindaleyst spæl í nærdystum, gott spælskil og eitt gott høgrabein.