Sera hepni vinnarin í Gekka-spælinum í kvøld gjørdist Malan Nón Bjartalíð av Viðareiði, men sjálv visti hon ikki av, at seðilin yvirhøvur varð sendur og var við í lutakastinum um bilin.
Í SvF í kvøld greiddi hon frá, at tað var omma hennara, sum hevði spælt við Gekkinum við einum gekka-seðli hjá henni, og var seðilin komin SvF í hendi, so mátta tað vera omman, sum hevði sent seðilin.
Tá SvF í kvøld ringdi til Maluna Nón Bjartalíð, sat hon slett ikki við sjónvarpið og fylgdi við í Gekka-spælinum, har Mercedes-bilurin var høvuðsvinningur. Hon visti tískil av ongum, tá verturin ringdi.
Hon gjørdist rættiliga ovfarin, tá verturin bað hana seta seg at hyggja í sjónvarpið, og har sá hon sjónvarpsvertin og kringvarpsstjóran á skíggjanum.
Verturin stóð við vinnandi gekkinum í hondini og á gekkinum, sum kringvarpsstjórin hevði tikið úr stóru rúgvuni, stóð, at tað var Malan Nón Bjartalíð, sum átti vinnandi seðilin og soleiðis flotta Mercedes-bilin.