Klokkan 11 jólaaftan varð hitin á Seyðisfirði í Íslandi máldur til 19,8 stig.
Tað veit íslendska kringvarpið, RUV, at siga.
Hetta er mesti hiti, sum er máldur í Íslandi ein desembermánað nakrantíð.
Íslendski veðurlagsstovnurin veit at siga, at orsøkin til hitan er ein samanrenning av heitari luft og nógvum vindi.
Gamla metið fyri hita í Íslandi í desember varð mált hin 2. desember í 2019.
- Tá vórðu 19,7 hitastig máld í Öræfi, sum liggur í landsynningspartinum av landinum.










