Mamma skuldsett fyri kynsligan ágang

Ein mamma og maðurin. hon livir saman við, eru varðhaldsfongslað - skuldsett fyri kynsligan ágang

Eirikur Lindenskov


Ein kvinna og maðurin, hon livir saman við, sita varðhaldsfongslað fyri kynsligan ágang móti soni kvinnurnar, skrivaðu Oyggjatíðindi fríggjadagin.

Fyri útvarpinum váttar Jens Severinsen, ákæri, at kvinnan og maðurin sita varðhaldsfongslað - og at varðhaldsfongslingin er longd tvær ferðir.

Ringt at fáa nakað at vita um brotsgerðina, tí rætturin hevur lagt lok á málið.

Kortini er komið fram, at kvinnan og maðurin eru skuldsett fyri kynsligan ágang móti barninum. Eisini visti Oyggjatíðindi fríggjadagin at siga, at drongurin eisini hevur verið fyri kynsligum ágangi á Barnaheiminum í Havn. Hesin ágangur skal verða framdur av størri dreingjum á Barnaheiminum. Sambært blaðnum hava tveir danskir barnasálarfrøðingar kanna málið og eru komnir fram til, at staðfestast kann, at drongurin hevur verið fyri kynsligum ágangi á Barnaheiminum, men illgruni er um, at drongurin eisini hevur verið fyri kynsligum ágangi í heiminum.

Sambært útvarpinum gjørdi barnaverndin í Havn av at senda dreingin aftur á Barnaheimið, eftir at mamman og maðurin, hon livir saman við, vórðu varðhaldsfongslað. Tá mótmælti pápin, sum síðani hevur fingið dreingin