Mamman mátti betala

Nú hevur Odd Eið í Porkeri endiliga fingið avlamisbilin, sum hann hevur barst fyri í eitt hálvt. Men nú, hann skuldi fáa bilin, mátti hann fyrst ganga biddaragongd til mammu sína, til kenningar og til bilasøluna, tí ein rokning, hann onki visti um, kom undan kavi

 

Sálarligur yvirgangur


Nú er Odd Eið í Porkeri glaður. Í bilskúrðinum undir húsunum stendur ein spildurnýggjur Mazda 323.

Odd hevur eina serliga orsøk til at vera fegin um bilin. Hann situr í rullustóli og bilurin er munurin ímillum eitt lív í einsemi heima hjá sær sjálvum og eitt lív í nøkunlunda frælsi, har hann so nøkunlunda kann ferðast runt uttanfyri heimið.

Men Odd hevur bíðað leingi eftir hesum bilinum. Tað er meiri enn eitt hálvt ár, síðani hann søkti um at fáa bilin. Og hóast tað ongantíð hevur verið ivi um, at hann skuldi fáa bilin, er tað ikki fyrrenn beint nú, at alt pappírsarbeiðið er liðugt so at hann kundi fáa lyklarnar.

Men beint sum alt var liðugt, fekk Odd ein rættiligian skelk: Hann fekk boð um at leggja 71.000 krónur á borðið, annars fekk hann ikki bilin.......


Gekk hálvtannað ár

Tað var í Sosialinum 21. mars, at lesarar blaðsins fyrstu ferð hoyrdu um støðuna hjá Odd Eið í Porkeri

Odd Eið datt niður úr einum stiga á sumri í 1990. Hann kom tvørur niður á eitt snóratræð og breyt ryggin. Avleiðingin er, at hann varð lammaður og verður noyddur at sita í rullustóli tað, hann hevur eftir at liva.

Síðani hevur ein stórur partur av hansara lívið snúð seg um at berjast við Hjálpartólamiðstiðstøðina og Almannaverkið um at fáa tær sømdir, sum hann annars hevði rætt til eftir lógini. Eitt nú at broyta ymiskt í húsunum, so at hann kundi ferðast innandura í rullustóli. Eisini tað gekk so strilti, at í eitt hálvt ár mátti hann brúka fýrrúmið til wc.

Tað gekk eisini hálvtannað ár hjá honum tá at fáa avlamisbil. Tað var ikki fyrrenn síðst í 1991, at Odd fekk bilin.


Mátti fáa nýggjan bil

Síðsta ár var bilurin sostatt níggju ára gamal og var farin at vísa tekin um álvarslig ellisbrek og í mai mánaða fór girkassin.

? Eg søkti um fíggjarliga hjálpt til at rætta brekið, men fekk ongantíð svar.

Men um ársskiftið fór bilurin heilt og tá gjørdi hann av at søkja um at fáa ein nýggjan bil.

?Tað fyrsta, eg fekk boð um, var at selja bilin, sum eg hevði og tað gjørdi eg, men eg fekk ikki meiri enn 5.000 krónur fyri hann, tí hann var so gamal og illa farin.

Men at fáa nýggjan bil, gekk akkurát líka so strilti, sum hann fryktaði fyri, útfrá teimum royndum hann hevur havt av almannaverkinum hesi 11 árini, hann hevur sitið í rullustóli.

? Hóast tey vita, at eg eri lammaður og at støðan ongantíð broytist, skuldi umsóknin kortini ígjøgnum allar møguligar hendur einaferð afturat, áðrenn hon varð játtað.

? Eg hevði væntað, at umsóknin um bilin fór at vera skjótt avgreitt hesuferð, tí eg eri longu væl og virðiliga skrásettur hjá almannaverkinum og bilurin stóð klárur í Havn longu í januar.

Hann sigur, at hann fleiri ferðir fekk boð um, at nú skuldi umsóknin koma til viðgerðar, men at hon hvørja ferð varð løgd til viks, tí so manglaði hetta og so manglaði hitt. Ta einu ferðina minnist Odd, at hon varð útsett tí at tey høvdu gloymt at biðja um tilboð upp á bilar. Eina aðru ferð kundi hon ikki koma til viðgerðar, tí málsviðgerðarin var farin at ferðast.

? Tað haldi eg er tekin um eina ótrúliga líkasælu mótvegis viðskiftafólkunum hjá Hjálpartólamiðstøðini, men soleiðis fór ein vika fyri og onnur eftir.


Mamman mátti betala

Odd Eið sigur, at tað er ikki fyrrenn mitt í mars, at bilurin varð játtaður. Talan er um ein Mazda 323.

? Men tá høvdu nógv ymisk fólk hjálpt mær og roynt at toga í træðrirnar. Bæði sjúkrasystrar, og onnur, hava ringt aftur og aftur á Hjálpartólamiðstøðina og spurt og plága og fortalt teimum, hvat tey hildu um slíka viðferð, sum eg hevði fingið. Høvdu tey ikki havt hjálpt mær, var málið verri enn so avgreitt enn.

Men nú var eftir at fáa bilin bygdan um, so at eg fekk brúkt hann, hóast eg sitið í rullustóli.

Odd Eið sigur, at 12. juni var bilurin liðugur og klárur til hjá Odd at fáa.

Men tá fekk hann ein rættiligan skelk.

? Eg ringdi til Mazda og spurdi, nær eg kundi koma eftir honum. Men tá søgdu tey, at tey høvdu fingið boð frá Hjálpartólamiðstøðini um, at eg skuldu betala 71.000 krónur fyri at fáa bilin.

Odd Eið sigur, at hetta var fyrstu ferð, at hann hoyrdi um, at hann skuldi betala 71.000 fyri at fáa bilin og tað kom sum ein rættiligur skelkur.

? Tvørturímóti hevði eg spurt Hjálpartólamiðstøðina, um eg skuldi betala nakað, men har var svarið nei, so hetta kom rættiliga óvart á.

Odd Eið sigur, at hetta mundi forkomið øllum, tí hann eigur ikki 71.000 krónur.

Hann hevði júst bygt, tá ið hann endaði í rullustóli, og hjá einum manni í rullustóli og eini húsaskuld uppá yvir 700.000 krónur, eru fortreytirnar ikki tær bestu at fara í bankan at biðja um meiri lán.

Annars fær hann bilin við teirri treyt, at hann betalir 25.000 krónur yvir seks ár og hann helt, at hetta var hansara partur av fíggingini.

?Hevði eg vita, at eg skuldi gjalda 71.000 afturat, hevði eg helst roynt at fingið ein minni bil, fyri at fáa rokningina so langt niður sum gjørligt.

Men har gjørdust onki og eina løtu sá tað út til, at alt fór at detta niðurfyri.

Odd Eið sigur, at fyri at fáa bilin, mátti hann biddaragongd, fyrst til sína 73 ára gomlu mammu, sum legði 50.000 krónur á borðið. Hetta eru pengar, hon hevur spart saman eftir eitt langt lív og teir hevði hon ivaleyst kunnað brúkt uppá seg sjálvan. Ein kenningur lánti honum 11.000 krónur og Mazda sló 10.000 av bilinum afturat.

Hann sigur, at vóru øll ikki so lagalig, hevði hann mist bilin aftur.

Hann sigur, at soleiðis mundi Hjálpartólamiðstøðin syrgt fyri, at hann ongan bil hevði við fyrst at geva honum boð um at selja tann gamla bilin og síðani at geva honum skeivar upplýsingar við teirri avleiðing, at hann mundi heldur ikki fingið ein nýggjan bil.

Men alt spældi væl av, og um vikuskiftið fekk Odd so loksins bilin.


Ein lætti

Men nú, hann hevur fingið bilin, dylir hann ikki fyri, at tað er ein lætti.

? Eg havi ongan bil havt í meiri enn eitt hálvt ár og tað hevur verið ómetaliga trupult.

Eitt nú plagar hann at vera á sjúkrahúsinum á Tvøroyri einaferð um vikuna at fáa viðgerð í tí heita hylinum.

Men síðani bilurin gekk fyri, er hann ikki sloppin til hesa viðgerðina.

?Tá ið bilurin gekk fyri fyrst í januar, søkti eg Almannastovuna um hjálp til flutningin úr Porkeri, norður á Tvøroyri. Við umsóknini fylgdi læknaváttan frá kommunulæknanum.

Tað, sum Odd hugsaði um, var at fáa stuðul til ein bil norður á Tvøroyri einaferð um vikuna, men tað fekk hann ongantíð svar uppá.

? Men Hjálpartólamiðstøðin gav mær greið boð um, at skuldi eg brúka bil, kundi eg leiga hýruvogn og gjalda hann sjálvur.

? Bussurin hjá Bygdaleiðum hevur onga lyft, so tað er bara av vælvild, at bussførarin hevur lyft meg upp í bussin og úr honum aftur. Út eri eg ikki sloppin sjálvur, eg havi ikki so so frægt sum fingið keypt mær ein margarinpakka. Eg havi følt meg sum eina ordiliga plágu, tí eg havi alla tíðina verið noyddur at biðja fólk um at rætta mær eina hond við einum ella øðrum.

Men nú Odd loksin hevur fingiðå bilin, letur heimurin seg uppaftur fyri honum........