Man burdi drýggjað løtuna

Birgblog:

 

Eyðun Nolsøe var plátuskaldið og absolutti miðdepilin hjá ikki bara teim seks spírunum og sangstjørnunum, men eisini gittarleikaranum, Paula Reinert Poulsen, sum ordiliga traðkaði í karakter, og trummuleikaranum Vár Miðberg, sum eg frá sanginum hjá Filip um Trýssini í fyrstu sendingini enn eri púra bitin av.

 

Nú slapp Pauli at kasta seg út í gittarljóð, sum púra egin í eina førinum nam við ótilgjørdu cool presisiónina hjá Robert Cray og í hinum førinum til spirituella latino spælið hjá Santana.

 

Beint til okkara av nakna pallinum við heita ljósinum í Hoydølum.

 

Man átti at drýggjað løtuna. 

 

 

 

Les meira: Onnur sending úr Hoydølum