Man Utd móti Inter

1/8-finalurnar í Champions League vórðu drignar fríggjadagin, og fleiri spennandi dystir eru sum vera man á skránni. Tað var Roma-legendan, Bruno Conti, sum dró liðini í áttandaparts finaluni móti hvørjum øðrum. Drátturin sær soleiðis út:

 

Chelsea-Juventus

Villarreal-Panathinaikos

Sporting Lissabon-Bayern München

Atletico Madrid-FC Porto

Olympique Lyonnais-FC Barcelona

Real Madrid-Liverpool

Arsenal-AS Roma

Inter-Manchester United

 

Hetta merkir, at Sir Alex Ferguson aftur skal kappast móti Jose Mourinho, sum var venjari hjá Chelsea fram til í fjør.

 

Fyrru dystirnir verða leiktir 24./25. februar og seinnu 10./11. mars.