Manchester City og Chelsea hava nógvu tær seinastu vikurnar verið í hølinum á oddaliðnum Arsenal, sum í gjárkvøldið spældi 2-2 í Southampton.
Í kvøld misti Arsenal oddasessin til Manchester City, sum á útivølli ímóti Tottenham vann sannførandi 5-1 sigur. Teir ljósabláu úr Manchester vístu aftur í kvøld ógvuliga trivaligt avrik, og nú verða teir roknaðir at vera upplagdir favorittar at vinna meistaraheitið. Eftir 1. Hálvleik var nýggja toppliðið frammanfyri 1-0 við máli, sum Sergio Aguero skoraði stutt áðrenn, at hann noyddist skaddur av vøllinum.
Stutt eftir steðgin varð mótbrekkan hjá heimaliðnum á White Hart Lane uppaftur brattari. Yaya Toure økti til 2-0 við brotssparki, og Tottenham verjuspælarin Danny Rose varð rikin av vøllinum. Og lítla løtu seinni økti Edin Dzeko um munin til 3-0 eftir fínt álop. Etienne Capoue minkaði um munin eftir hornasparksinnlegg frá Christian Eriksen, men Tottenham hótti ongantíð mótstøðuliðið. Eitt korter undan leikloki økti Stevan Jovetic til 4-1, og í síðstu løtu staðfesti Vincent Kompany 5-1 sigurin. Harvið hevur Tottenham tilsaman í teimum báðum landskappingardystunum ímóti Manchester City í hesum kappingarárinum tapt 11-1!
Manchester City er á odda við 53 stigum, og Arsenal hevur 52 stig.