Manchester United hevur X-Factor

Frá áskoðaraplássinum við telefon í hondini, megnaði Sir Alex Ferguson enn eina ferð, at geva Manchester United íblástur til ein sigur í evstu løtu. Tað er ilt at síggja hvør skal taka Manchester United í ár, sum hevur fleiri upplagdar vinnara av X-Factor. Arsenal og Chelsea hanga í enn, men hvørgin hevur ráð at gera nakran feil

Tað er langt síðani, at Premier League hevur verið so jøvn og spenn­andi sum í ár. Leingi vóru fimm lið við í stríðnum um fyrsta plássið, meðan gott og væl tíggju lið eru í niðurflytingarvanda. Leygar­dagin hevði Manchester United vitjan av Bolton, meðan Arsenal var á vitjan hjá West Bromwich Albion.
Bolton hevur í ár klára seg væl og liggur á einum sjeynda plássi. Tó so, so eru teir bara átta frá niður­flytingarstrikuni og tað sigur meira um kappingina í ár enn um Bolton. Góðar tjúgu minuttir fyri tíð er Arsenal aftanfyri 2-0, meðan Manchester United, við støðuni 0-0, fáa Johnny Evans útvístan. Arsenal kemur aftur í aftur og megnar at javna til 2-2 og trýstur fyri at fáa avgerandi málið. Á Old Trafford fær Bolton ein risa møguleika at leggja seg á odda, men stútarin hjá Matthew Taylor er beint á Edwin van der Sar í Manchester United mál­inum.
Tað er í løtum sum hesum, at meistaraheitini verða vunnin og skal nakað tekin takast frá hesum vikuskiftinum, so er tað tað, ið hendur fáar minuttir seinni. Meðan Arsenal ikki megnar at avgera móti West Bromwich Albion, so roynur Nani seg við forkølaðum skoti. Jussi Jaaskelainen í Bolton málinum, sum hevur staðið ein frálíkan dyst, heldur ikki bóltinum, sum støkkur út til innskifta Dimitar Berbatov. Framherjin úr Bulgaria hevur ikki skorað sum innskiftari í tíðini sum Manchester United leikari, men tað gjørdi hann leygardagin.
– Hatta er orsøkin til at teir eru har sum teir eru. Teir gera hatta allatíð, men tað er avgjørt ikki hepni. Hatta er bara mentaliteturin hjá Manchester United og hann kem­ur frá venjarinum, sum hann er ein føddur vinnari, segði Bolton miðverjin, David Wheater, eftir dystin.

X-Factor
Manchester United hevur fleiri ferðir í ár megnað at vent dystum, serliga á útivølli, og fingið okkurt burturúr avrikum, ið ikki skuldi hvat givið stig ella sigrar. Málið móti Bolton var 13. málið, ið Manchester United hevur skorað eftir 81. minutt í ár. Tað er meir enn nakað annað lið. Teir hava eitt ótal av skaðum, men megna framvegis at draga frá í oddinum. Teir hava fleiri leikarar, sum upp á skift vísa X-Factor tá ástendur. Dimitar Berbatov, Javier Hernandez, Wayne Rooney og Nani frammanfyri málinum, meðan 40-ára gamli Edwin van der Sar og liðskiparin, Nemanja Vidic, bjarga mongum stigi í hinum endanum. Og so eru tað »The Usual Suspects«, Ryan Giggs og Paul Scholes, sum altíð eru góðir fyri nøkur stig. Man­chester United hevur beina kós móti 19. meistaraheitinum, sum er eitt fleiri enn arvafíggindarnir úr Liverpool.

Kann nakar steðga Manchester United?
Chelsea vann í gjár 2-0 á Manchester City, ið einum dysti sum Sky Sports kallaði fyri dýrasta dystin í fótbólti. Tilamans hava feløgini brúk áleið 5 milliardir krónur at seta liðini saman. Við tapinum er liðið hjá Gunnari Nielsen endaliga úti av stíðnum um meistaraheitið, meðan Chelsea enn hevur ein møguleika at gera seg galdandi. Liðið er heili níggju stig aftanfyri Manchester United, men hevur spælt ein dyst færri, umframt at teir hava ein dyst móti júst Manchester United á Old Trafford. Um úrslitini ganga til fyrimuns fyri Chelsea, so kunnu teir enn gera seg galdandi.
Arsenal liggur í eini væl betri støðu. Teir eru bara fimm stig aftan­fyri Manchester United og hava somuleiðis spælt ein dyst færri, umframt at teir hava ein dyst eftir móti Manchester United á Emirates leikvøllinum. Men gongd­in seinasta mánaðin hevur sett stórt spurnar­tekin við styrkina hjá Arsenal. Á málmanspostinum er støðan so ring, at Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, hevur skrivað sáttamála við 41-ára gamla Jens Lehman. Hann er fyrrverndi málmaður hjá Arsenal, men hann hevði also lagt handskarnar á hilluna hesaferð. Í dystinum móti West Bromwich Albion stóð Manuel Almunia í mál. Við støðuni 1-0 til WBA gjørdi hann ein risa brølara, sum kostaði mál og í nógvar mátar er tað sig­andi fyri støðuna hjá Arsenal sein­asta mánaðin. Fyrrverandi Arsenal verjuleikarin, Lee Dixson, segði við BBC, at megnar Arsenal at verja betri fyri deybóltum og úti­hýsa brølarnum frá verjuni og málmanninum, so hevur Arsenal enn møguleika at vinna Premier League.

Liverpool í nýggjum hami
Tað er stórur munur á Liverpool í dag og tí liðnum sum 3. oktobur í fjør tapti 2-1 fyri Blackpool á heimavølli. Felagið hevur skift eigarar og skift venjarin og stemningurin kring Anfield er ein heilt annar. Síð­ani Kenny Dalglish tók yvir um árs­skiftið, hevur Liverpool spælt 10 dystir í Premier League og fingið 20 stig. Tað er í miðal tvey stig fyri hvønn dyst. Seinast Liverpool var á vitjan á Stadium of Light vann Sunderland 1-0 við máli, sum Darren Bent skoraði. Málið gjørd­ist heimskend, tí bólturin rakti ein reyða Liverpool baðibólt, sum snýtti Pepe Reina í Liveprool málinum. Hesa ferð fekk Liverpool hjálp, tá teir í fyrra hálvleiki fingu brots­spark, sum av røttum skuldi verið fríspark.

10 lið í niður­flytingarvanda?
Hetta kappingarárið í Premier League hevur verið serstakt, tí sjálvd­an hava so nógv lið verið í niður­flytingar­vanda í mars mánaði við so nógvum stigum. Í fjør fluttu Burnley, Hull City og Portsmouth niður við ávíkavist 30, 30 og 19 stigum. Nú tá flestu av lið­num hava spælt 30 av teimum 38 dyst­inum, hevur Wigan, ið liggur niðast, longu vunnið sær 30 stig. Um hini úrslitini laga seg, so kann Wigan við tveimum sigrum vinna seg upp á 11. pláss. Er Manchester United við at draga spenningin úr í oddinum, so er ongin ivi um, at niður­flyt­ingar­stríðið verður ikki avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegnum.