- Tað er ein stórur heiður fyri Danmark og fyri øll lond, at Mandela vitjar og takkar fyri stuðulin. Sum eg meti tað, so er Mandela ein av teimum tveimum størstu politikarunum og menniskjunum, sum hava livað í hesi øldini. Eg seti Mandela ájavnt við Gandhi. Tá Mandela metir ein stuðul hann hevur fingið úr einum landi so nógv, at hann tekur stig til at fara á eina takkarferð, tá eigur man at kenna seg væl sigur Ronnie Thomassen, sum bert var ein av teimum mongu føroyingunum, sum lesa í Danmark, ið við stórum áhuga fylgdi vitjan Mandela í Danmark.
Ronnie Thomassen, sum lesur á Roskilde Universitetssenter, og sum eitt skifti herfyri arbeiddi á Sjónvarp Føroya, hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hann hevur eisini sínar avgjørdur meiningar um júst Mandela og tað hann hevur havt at týða fyri gongdina í Suðurafrika.
- Í sínum lívi hevur Mandela víst, at hevnd fyri órættvísi er ikki tann rætta leiðin at ganga, men fyrigeving fyri órættvísi er tað, sum kann forða fyri, at órættvísi hendir aftur. Tað, sum Mandela hevur gjørt fyri ikki bert tey littu men fyri allar suðurafrikanarnar, er einki minni enn fantastiskt, tí hann hevur við sínum politikki tryggjað, at svørt og hvít kunnu liva í sama samfelag síð um síð við javnbjóðis rættindum. Mandela forðaði fyri, at eitt blóðbað hendi í Suðurafrika, tá tey hvítu lótu landið frá sær. Um tað ikki var fyri honum, so endaði galið. Allar fyritreytir vórðu fyri, at tað skuldi enda galið, men tað gjørdi tað ikki, og tað er eina og aleina orsakað av , at Mandela var og er tann persónur, sum hann er - og tí hann førdi tann politikk, ið hann gjørdi. Eg gevi eisini Mandela ein stóran part av heiðurinum fyri tí sannleikakommisión, sum varð sett, og sum snúði seg um hetta, at tú vil hava sannleikan fram men tekur samtíðis ta avgerð, at tú vil ikki revsa. Tú vil hyggja frameftir, men fyri at kunna fara inn í framtíðina við góðum treysti, so mást tú eisini kenna fortíðina. Og tað var hetta sannleikakommisiónin stóð fyri.
Ronnie Thomassen heldur, at júst henda sannroynd er ein týðandi partur av grundarlagnum fyri, at Suðurafrika í dag kann útvikla seg til eitt harmoniskt samfelag. -Tað eru ógvuliga nógvir trupulleikar eftir í Suðurafrika, men eg trúgvi, at tað, sum Mandela hevur gjørt síðani hann varð leyslatin, hevur gróðrarfest demokratiið so mikið nógv, at tað ber til, at hvít og svørt kunnu liva saman lið um lið.
Kjarnan í boðskapinum hjá Mandela er, at tú kanst ikki bøta um órættvísið við nýggjum órættvísi. Tú kann bøta um órættvísi við at fyrigeva - ikki viðurkenna órættvísi, sum hevur verið men fyrigeva fyri tað órættvísi og hyggja frameftir.
Sera meinlíkt boðskapinum hjá Jesus.
Ronnie sigur víðari, at munurin millum Gandhi og Mandela er, at tað eydnaðist ikki hjá Gandhi at forða fyri einum blóðbað, meðan hetta eydnaðist fyri Mandela. Í India var tað ein átrúnaðarlig kreppa, sum tók seg upp millum islamittar og hinduar, og sum hann tíverri kláraði at leggja upp fyri. Gandhi var sera vónsvikin av, at tað skuldi enda soleiðis og tað sum enn verri var, tað var at Gandhi varð myrdur av einum av sínum egnu.
Ein kann siga, at her hevur Suðurafrika verið í eini hepnari støðu, men var Mandela ikki har, so hevði tað enda í ruðulleika.
Nú Mandela fer frá, so trúgvi eg, at tað hann hevur gróðrarfest, fer at verða varandi.
Eisini boðskap
til okkum
Annars heldur Ronnie Thomassen, at tað er eitt sindur ironiskt, at ein fólkafloksløgmaður fer til Danmarkar at hitta Mandela. -Vit minnast, hvussu tosið varð í Føroyum í 80-unum, tá Mandela framvegis sat í fongsuli. Kanska vit í Føroyum høvdu havt brúk fyri einum ferili av tí, sum nú er hent við sannleikakommisiónini í Suðurafrika: at fólk, sum stóðu so nógv frá hvørjum øðrum, kundu møtst og har tingini vórðu løgd opin fram.
Mandela hevur í veruleikanum eisini ein boðskap til okkum heima í Føroyum. Líka mikið, hvussu betent politiska veðurlagið var í Føroyum í 80-unum, so haldi eg, at vit kundu lært av Suðurafrika við at jarða tær gjáir, sum vórðu grivnar tá og komi víðari.
Ronnie Thomassen vónar at fólkaflokkurin serliga, hvørs formaður er løgmaður og harvið fekk høvi at hitta Mandela, hevur lært nakað av hesum og tekur í egnan barm.
Ronnie lesur í dag á Roskilde Universitetssenter, har hann skrivar høvuðsuppgávu um, hví Føroyar undir heimastýrisskipanini blivu eitt sokallað korporativt samfelag, har politiska dimensjónin varð sera veik og áhugabólkarnir vórðu sera sterkir - og hvussu tað bar til, at áhugabólkarnir hertóku ta politisku skipanina og brúktu hana til síni egnu áhugamál.
Hann hevur eisini arbeitt í Sjónvarpi Føroya við at gera research uppá bankamálið til Dag og Viku.
Hvat heldur hann um hugskotið at fáa Mandela til Føroyar? - Tað hevði verið eitt hugskot, at løgmaður beyð honum fekk hann høvi til tess. Men nú er hann eein eldri maður, og er hetta helst hansara seinasta ferð henda vegin. Vit koma so ikki at uppliva hann sum forseta, men kanska kundi hann fingið áhuga fyri hesum lítla landinum sum privatmaður. Skuldi hann tað hevði hetta verið ein ótrúligur heiður fyri allar føroyingar.